Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Árni Frederiksberg hevur tilboð frá fleiri øðrum feløgum

Jákup Ósá

Lyklaleikarin hjá KÍ er ikki í samráðingum við KÍ í løtuni.

Tá vit spurdu Árna Frederiksberg, ið er leikarin við nógv flest málstigum hjá KÍ síðstu fýra árini, um, hvar hann spælir í 2025, nú sáttmálin gongur út, so sigur hann, at hann og KÍ tosaðu saman fyrr í summar, men at ongar samráðingar eru í gongd í løtuni.

Sum skilst hevur 32 ára gamli Árni Frederiksberg tilboð liggjandi frá fleiri øðrum feløgum.