Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Árni Frederiksberg kemur innaftur á liðið

Jákup Ósá

Tað eru sterkar ábendingar um, at Árni Frederiksberg fær sín fyrsta Evropadyst í summar frá byrjan mikukvøldið.

KÍ hevur bjóðað inn til tíðindafund í morgin, har umboðini hjá KÍ eru Mikkjal K. Thomassen, Páll A. Klettskarð og Árni Frederiksberg. Innan fótbóltsheimin er tað vanlig mannagongd, at leikararnir, sum luttaka á tíðindafundi undan dystinum, eru í uppstillingini. Tí bendur nógv á, at Árni Frederiksberg, sum bæði í 2021 og 2022 hevur flest málstig fyri KÍ, fær sín fyrsta altjóða dyst í summar frá byrjan. Hann hevur byrjað á bonkinum teir fyrstu tríggjar dystirnar.

Stóra ivamálini há KÍ undan dystinum mikukvøldið eru René S. Joensen, sum fór út seinast, og Odmar Færø, sum ikki hevur byrjað inni nakran Evropadyst vegna skaða.

KÍ-Sutjeska spæla mikukvøldð kl. 19.00.