Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árni væntar álopsfótbólt sunnudagin

Jákup Ósá

– Vit ætla okkum at spæla álopsfótbólt, sigur kanska vandamiklasti NSÍ leikarin, Árni Frederiksberg, undan toppdystinum við Løkin sunnudagin.

– Vit ætla okkum at spæla álopsfótbólt, sigur kanska vandamiklasti NSÍ leikarin, Árni Frederiksberg, undan toppdystinum við Løkin sunnudagin.

Sum vit skrivaðu fyrr í dag HER, so er NSÍ vongurin Árni Frederiksberg tann leikarin í Effodeildini, sum hevur flest mál/upplegg. Hann kann tí koma at spæla ein høvuðsleiklut í dystinum við Løkin sunnudagin.

– Havi sentralan leiklut á liðnum

Leikarin sjálvur heldur, at hansara leiklutur á liðnum, sum venjarin hevur givið honum, og miðvísa arbeiði í longri tíð er millum orsøkirnar fyri, hví tað hevur gingið so gott persónliga.

– Vit eru farnir øgiliga seriøst til verka í januar, bæði eg og venjarin. Hann hevur tosað við okkum leikarar um, hvussu vit skulu spæla o.s.v. Síðani hevur ein tikið við lærdómi frá honum. Ein hevur arbeitt miðvíst við at betra um sítt spæl frá undanfarnu árum. Síðani hava vit spælt fleiri spælistílar, har eg havi fingið ein sentralan leiklut frá venjaranum, har ein fær nógv bóltin og verður nógv spældur. Men liðið hjá okkum er øgiliga gott og eigur eisini æruna av, at tað hevur gingið mær so gott, sigur Árni Frederiksberg við Norðlýsið.

NSÍ er væl fyri í løtuni

NSÍ er væl fyri í løtuni og hevur vunnið 6 av seinastu 7 dystunum í landskappingini. Vit spyrja m.a., hvat hetta skyldast og um NSÍ er farið at spæla eina nýggja leikskipan m.a. við fýra leikarum í verjuni.

– Spælið er farið at koyra betur. Vit hava leitað eftir rætta spælistílinum, og nú hava vit funnið stevið. So nú koyrir alt betri. Nú veit eg ikki, um vit beinleiðis hava skift leikskipan, men uttanífrá sær tað kanska soleiðis út og tá vit verja, so eru vit fýra í verjuni. Men tá vit eru í álopi, so er tað annarleiðis. Tað sær man eisini hjá KÍ, har Semir dettur aftur ímillum verjuna. Men vit arbeiða framvegis nógv við tí gamla. Vit hava bara tilpassað tað soleiðis, at tað passar okkum betri. Men man roynir at menna spælistílin allatíðina, sigur Árni sum eisini viðmerkir, at NSÍ sjálvsagt fyrireikar seg taktiskt.

– Vit fyrireika nógv taktiskt. Man skal helst ikki blíva yvirraskaður av nøkrum, sum KÍ kemur við. Nú eru vit fyrireikaðir uppá, at teir t.d. kunnu fara at spæla við 5 í verjuni, men teir hava okkurt leikbann, so tá vera teir noyddir at spæla við leikarum á óvandum plássum, um teir skulu broyta leikskipan. Man kann hyggja eftir øllum dystum hjá KÍ higartil, og so vera klárur uppá tað. Samstundis mugu vit ikki gloyma okkara egna spæl, tí tað er tað mest umráðandi. Tí tað er okkara spæl, ið skal syrgja fyri at vit vinna dystin sunnudagin, sigur Árni.

KÍ pressspælið skal steðgast

NSÍ leikarin heldur, at tað fyrst og fremst er pressspælið hjá KÍ, sum skal steðgast. Hann heldur eisini, at NSÍ hevur ment seg, síðani liðini spældu seinast.

– Tað er tað høga pressið hjá KÍ, sum vit skulu arbeiða mest við at verja upp fyri. Tí eg vænti, at teir koma við tí aftur hesaferð, tí eitt topplið spælir sín stíl, óansæð um tað er í Klaksvík ella Runavík. Og tá tað hevur riggað í alt ár, so dugi eg ikki at síggja, hví teir skulu broyta tað nú. Tá vit møttu KÍ seinast, so vóru vit í einum niðurtúri, meðan KÍ var í einum øgiligum upptúri, har alt riggaði. Fysiskt eru vit uppá allar mátar betri fyri nú at møta teimum, og vit eru meira klárir nú at spæla ein slíkan dyst enn vit vóru seinast, og tí trúgvi eg uppá eitt betri úrslit. Vit hava fingið onkrar nýggjar leikarar. Síðani hava nógvir leikarar vant við A-landsliðnum og U21 landsliðnum, tí burdu teir komi heim aftur við hægri leikferð í kroppinum. Og klára teir at yvirføra tað til NSÍ liðið, so burdu vit verið betri fyri, sigur Árni.

Væntar fleiri mál sunnudagin

– Á KÍ liðnum er tað verjan, sum hevur gjørt allan munin hjá teimum í ár, og tað er klárt styrkin hjá teimum í ár, sigur Árni, sum tó væntar, at KÍ verjan fær trupult við at halda tætt sunnudagin.

– Vit eru væl fyri til dystin. Magnus H. Olsen og Jonleif Højgaard hava skaðar og vera neyvan við, men annars vænti eg, at allir vera klárir. Eg vænti tað verður ein dystur, sum kemur at liva eitt sindur. Tað skuldi ikki undra meg, um tað komu nøkur mál. KÍ letur antin 0 ella 4 mál inn sum oftast, so tað er ”antin eller” hjá teimum. Vit ætla at skora nøkur mál, so tað verður álopsfótbóltur allan vegin ígjøgnum frá okkara síðu, sigur Árni Frederiksberg at enda.

Harleywoodpaint