Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársaðalfundur hjá Heimi og Skúla

Oliver Joensen

Sum kunnugt er Foreldrafelagið Heim og Skúli fyrst og fremst ætlað at vera eitt stað at samtala og deila royndir hjá foreldrum í skúlastýrum kring landið. Samstundis er felagið eisini eitt kontaktpunkt og ein rødd hjá foreldrum at børnum í skúlaaldri.

Til øll skúlastýrini

Ársaðalfundur hjá Heimi og Skúla

Góðu skúlastýrislimir,

Sum kunnugt er Foreldrafelagið Heim og Skúli fyrst og fremst ætlað at vera eitt stað at samtala og deila royndir hjá foreldrum í skúlastýrum kring landið. Samstundis er felagið eisini eitt kontaktpunkt og ein rødd hjá foreldrum at børnum í skúlaaldri.

Vit síggja, at stórur munur er á skúlastýrisarbeiðinum og foreldraleiklutinum á skúlum kring landið. Summi skúlastýri fungera væl og onnur minni væl. Samstundis standa týðandi mál fyri framman, sum foreldur og skúlastýri mugu taka støðu til. Sum dømi kunnu nevnast forskúlar, nær barnið skal byrja í skúla, sparingar í skúlahøpi, nýhugsan innan skúla o.s.fr. Tað er ikki bert umráðandi at vita, hvussu foreldur skulu fyrihalda seg til punktini oman fyri, men eisini at vita, hvønn leiklut skúlastýrini fáa ella skulu hava í hesi tilgongd.

Til tess at kunna vera við til at hjálpa foreldrum og skúlastýrum at koma til orðanna – m.a í sambandi við omanfyrinevndu mál – er umráðandi, at felagið Heim og Skúli fær útint sítt endamál. Tí er alneyðugt, at so nógvir skúlastýrislimir sum møguligt koma og luttaka á aðalfundinum 11. mai 2013 í Eysturskúlanum.

Skráin:

12:00 Vælkoma og pallborðskjak um forskúlan og nær barnið skal byrja í skúla. Við pallborðið verða umboð fyri Lærarafelagið, Pedagogfelagið, Fólkaskúlaráðið og Gigni.

13:00 Stutt framløga frá núsitandi nevnd

13:15 – áleið 14:30 Fíggjarkarmar og ásetan av limagjaldi – uppskot er at áseta limagjald til skúlastýrini baserað uppá, hvussu nógv børn ganga í skúlanum. T.d. um 200 børn eru, so er limagjaldið fyri skúlastýrið 400 kr. pr ár.

Val av nýggjari nevnd og annars skrá sambært viðtøkunum.

Vinarliga boða frá, hvør kemur frá tykkara skúlastýri.

Vinarlig heilsan

Vegna Heim og Skúla

Justin Philbrow