Norðoya Tjóðveldisfelag hevði ársaðalfund mikudagin 28. februar. Umframt vanligu mannagongd, var eisini gott og stimbrandi kjak á skránni. M.a. varð kjakast um, hvussu vit best fáa javnari viðurskifti í lag millum øll øki í landinum. Eisini meldaðu fleiri fólk seg at hjálpa til á flokstinginum, sum í ár verður í Klaksvík.
Nýggj nevnd varð sjálvandi eisini vald. Nevndin er:
Lone Høeg Bejer, forkvinna og aðalstjórnarumboð
Gunnhild Dahl Niclasen, næstforkvinna og eykaaðalstjórnarumboð
Mildrid á Lógv, kassameistari
Maria Kristina Smith, skrivari
Jacqueline Gardar, nevndarlimur
Nývaldu eykaumboðini eru Guðrið Helenudóttir Krúnufjall og Signy Hansen.



