Champions League fótbóltur: Seinna áttandapartsfinalan í millum Arsenal og Bayern Munchen verður í kvøld. Bayern vann fyrra dystin í Onglandi 2-0. Skal Arsenal hava lívið lagað í størstu evropeisku kappingini fyri lið, má Arsenal skora tríggjar ferðir.
Champions League fótbóltur: Seinna áttandapartsfinalan í millum Arsenal og Bayern Munchen verður í kvøld. Bayern vann fyrra dystin í Onglandi 2-0. Skal Arsenal hava lívið lagað í størstu evropeisku kappingini fyri lið, má Arsenal skora tríggjar ferðir.
Útgangsstøðið hjá Arsenal er ikki gott eftir tapið á heimavølli 19. februar. Arsenal byrjaði annars væl tann dystin og fekk ein gyltan møguleika at leggja seg á odda, men Mesut Ozil misnýtti brotssparkið. – Bayern misnýtti eisini eitt brotsspark í fyrra hálvleiki, men fingu meira burturúr, tí málmaðurin hjá Arsenal varð útvístur. Í seinna hálvleiki fekk Bayern Munchen tvey mál í móti einum hartarbeiðandi Arsenal-liði.
Somu lið møttust í áttandapartsfinalunum í fjør og tá megnaði Arsenal at skapa spenning í aftur á útivølli. Samanlagda støðan gjørdist 3-3, men Bayern Munchen vann upp á fleiri útivallamál. Dysturin í London endaði 1-3 og Arsenal vann 0-2 í Munchen.
Tað hevur gingið væl hjá Bayern Munchen síðani útidystin ímóti Arsenal. Í heimligu kappingini hava teir skorað fimtan mál í trimum dystum. 0-4 á útivølli ímóti Hannover 96, 5-1 á heimavølli ímóti Shalke 04 og 1-6 á útivølli ímóti Wolfsburg. – At halda Bayern frá at skora í kvøld, verður torført.
Hjá Arsenal hevur ikki gingið líka væl, tveir sigrar og eitt tap. Í Premier League er tað vorðið til ein 4-1 sigur heima ímóti Sunderland og 1-0 tap á útvølli ímóti Stoke. Í FA-Cup kom Arsenal leygardagin í semfinaluna eftir ein tryggan 4-1 sigur á Everton.
Bayern Munchen er sum vera mann favorittur í kvøld. Men í fótbólti kann alt henda, livst so spyrst!
Seinnu áttandapartsfinalur í kvøld
Bayern Munchen – Arsenal
Atlético Madrid – Milan
LES EISINI:




