Nú Sunnudagin 25.okt. fara vit at hava avslutning fyri í ár. Tað gera vit við at fara ein túr niðan á Klakk at royna nýggja kikaran, sum er settur upp har og skoða yvir býin. Nú er so langt útligið, so niðan á Klakk verður ein passaliga stuttur túrur og so enda vit við eini máltíð á Sjómansheiminum, har vit taka saman um.
Vit vísa myndir, práta um túrar og tit eru vælkomin at bera ynskir framm. Vit hava bestilt smyrjibreyð, kaffi og smákakur, og tað kemur at kosta 150kr fyri hvønn, Deiligt um tit, sum ætla við siga frá fyri matin skild. Tað kann gerast á okkara facebookbólki ella á tlf 267246.
Møtast við brunnarnar kl 14.30. (Minnist til at flyta klokkuna í kvøld!)




