Úrslit sparikassans í 2008 gjørdist eitt hall áðrenn skatt uppá 64 mió.kr., í mun til eitt yvirskot uppá 30 mió.kr. í 2007.
Sí roknskapin á heimasíðuni hjá Norðoya Sparikassa við at trýsta her
Endaliga ársúrslitið gjørdist eitt hall uppá 55 mió.kr. í mun til eitt yvirskot uppá 25 mió.kr. í 2007.
Inntøkur
Netto rentuinntøkurnar vóru 62 mió.kr. í 2008 í mun til 67 mió.kr. í 2007. Hetta er ein minking í netto rentuinntøkunum uppá 5 mió.kr. í mun til árið fyri. Henda minking stavar í høvuðsheitum frá, at rentan til lánistovnar var munandi hægri í 2008 enn í 2007 saman við at rentumarginalur sparikassans var 0,5 % lægri í 2008 enn í 2007.
Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar fullu somuleiðis við 5 mió.kr., úr kr. 80 mió.kr. í 2007 til 75 mió.kr. í 2008. Ein minking uppá 6 %.
Virðisjavnan av lánsbrøvum, gjaldoyra og partabrøvum gjørdist í 2008 eitt hall uppá 27 mió.kr., móti einum halli uppá 2 mió.kr. í 2007.
Útreiðslur
Útreiðslur til starvsfólk, umsiting o.a. eru øktar við 4 mió. kr. í 2008 í mun til 2007 úr 52 mió.kr. í 2007 til 56 mió.kr. í 2008. Starvsfólkatalið er hækkað við 4 og eru vit nú 51 fólk í sparikassanum umroknað til fulla tíð. Øking í starvsfólkaútreiðslum svara til knappan helmingin av vøkstrinum í rakstrarútreiðslunum, meðan hin helmingurin stavar frá gjaldi til Det Private Beredskab og Bankapakka I.
Av- og niðurskrivingar av ítøkiligum ognum vóru 8 mió.kr. í 2008 í mun til 3 mió. Kr. í 2007. Hækkingin stavar frá, at sparikassin hevur valt at niðurskriva ítøkiligar ognir við 5 mió.kr. eyka í 2008.
Netto avskrivingar og burturleggingar uppá útlán er ein útreiðsluføring uppá 48 mió.kr. í 2008 í mun til eina inn-tøkuføring uppá 2 mió.kr. í 2007. Vit meta, at virðini bæði í vinnuni og á fastari ogn eru fallin munandi í 2008 í mun til undanfarin ár. Tá einki tíðir á, at hesi virði fara at hækka aftur í bræði, hava vit valt at seta pening av móti tapi, har talan eru um kundar, ið eru í vanda fyri, at teir ikki at fara at klára tað. Størri helmingurin av burturleggingunum stava frá lánum og kredittum innan fiskivinnuna á sjógvi og landi. Útlán fráskrivað burturleggingar hjá sparikassanum í hesi vinnugrein er nú farin niðurum 100 mió.kr.
Gjaldføri og solvensur
Gjaldførið var 603 mió.kr við árslok 2008. Tá er trekningsrættur í Danmarks Nationalbank íroknaður. Gjaldførið var við árslok 70 % av stuttfreistaðu skyldum sparikassans. Lógin krevur 15%. Av samlaðu skyldum sparikassans var gjaldførið við árslok 26 %. Lógin krevur her 10%.
Solvensur sparikassans fall við 2 %, frá 17,2 % við árslok 2007 til 15,2 % við árslok 2008. Lógin krevur 8 %.
Fíggjarstøðan
Útlán sparikassans vóru við árslok 2008 1.859 mió.kr., og eru tey vaksin við 3 % í 2008.
Innlánið er í sama tíðarskeiði økt við 17 % og er nú 1.994 mió.kr. Útlánsprosentið er sostatt farið úr 106 % í 2007 niður í 93 % við árslok 2008.
Skuld til aðrar peningastovnar er minkað við 100 mió.kr. úr 220 mió.kr. við árslok 2007, til 120 mió. kr. við árslok 2008.
Fíggjarstøða sparikassans javnvigar við 2.437 mió.kr. við árslok 2008. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 7 %.
Eginogn sparikassans er nú 289 mió.kr. Tað vil siga at eginognin er minkað í 2008 við 48 mió.kr. Tá niðurskrivingar verða útreiðsluførdar í rakstrarroknskapinum, meðan uppskrivingar verða bókaðar beinleiðis yvir eginognina, eru uppskrivingar bókaðar fyri 7 mió.kr. beinleiðis yvir eginognina.
Býti av ársúrsliti
Nevndin skjýtur upp, at ársúrslitið uppá -55 mió.kr. saman við fluttum vinningi frá undanfarnum árum uppá 329 mió.kr. og gávugrunninum uppá 1 mió.kr., ella í alt 276 mió. kr, verður lagt 1 mió.kr. í gávugrunnin og 275 mió. kr. verða fluttar til næsta ár.
Starvsfólk
Starvsfólkatalið í sparikassanum var við árslok 50,7 umroknað til fulla tíð, ímóti 46,8 fólkum í 2007. Ein hækking upp á 3,9 ársverk.
Framtíðin
Eftir at roknskapurin hjá Norðoya Sparikassa er avgreiddur, eru ikki hendar broytingar, ið eru av týdningi, tá metast skal um roknskaparúrslit og fíggjarligu støðu sparikassans.
Við altjóða fíggjarkreppuni í huga, og teimum avbjóðingum okkara høvuðsvinna stendur fyri, vænta vit at árið 2009 verður eitt ár við stórum avbjóðingum. Vit vænta tí, at uppsparingin í samfelagnum kemur at vaksa samstundis sum skuld verður niðurgoldin og at lánihugurin verður sera avmarkaður.
Aðalfundur sparikassans verður mánadagin 27. apríl 2009 kl. 18 á Klaksvíkar Sjómansheimi.




