Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársfundur hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya

Tíðindaskriv

Kvinnufelagasamskipan Føroya boðar nú til ársfund á Toftum. Allir limir í Kvinnufelagnum eru hjartaliga vælkomnir at koma við á ársfund, sum er eitt gott høvi at hitta aðrar kvinnur, ið eisini hava áhuga fyri arbeiðinum fyri javnstøðu til kvinnur.

ÁRSFUNDUR hjá Kvinnufelagasamskipan Føroya verður hjá Tofta Kvinnufelag í hølum felagsins á Toftavegi 20, leygardagin tann 24. september 2016.

Fundarskrá verður sambært lógum felagsins.

Uppskot til viðgerðar á fundinum skulu sendast til: birtabisk@hotmail.com í seinasta lagi 20. september 2016.

Fundurin verður settur kl. 12.30.

Tær, ið ætla at vera við, skulu siga frá í seinasta lagi 22. september 2016 á telefonnummar 217538 hjá Jancy ella hjá Katrini á 217911.