Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins bólkur spælir í Havn

VIVA Føroyar

Leygarkvøldið spæla Danny & The Veetos í Havn

Leygarkvøldið spæla Danny & The Veetos í Havn

Danny & The Veetos vóru á FMA herfyri valdir til ársins bólk í Føroyum, og teir fingu eisini heiður fyri at hava skrivað ársins hitt við sanginum Alright.

Leygarkvøldið spæl Danny & The Veetos á stórari konsert í Høllini á Hálsi. Teir spæla til sonevnda Boyband-kvøldið, har eisini írsku Boyzlife, Kim Hansen og DJ Mirjam Pætursdóttir luttaka.

Hetta verður fyrsta stóra framførslan hjá Danny & The Veetos síðani FMA-tiltakið, og teir fara at geva tí allan armin við teirra lívliga og fangandi popptónleiki.

Konsertin í Høllini á Hálsi byrjar leygarkvøldið kl 22.00.