Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins dystur í Klaksvík leygardagin

John William Joensen

Í dag er eitt ár síðan at KÍ venjarin, Tony Paris, skrivaði undir sáttmála við KÍ, og leygardagin spælir KÍ toppdyst móti EB/STR

Í dag er eitt ár síðan at Tony Paris skrivaði undir sáttmála við KÍ og tað má sigast at gongdin hevur verið rættan vegin nú KÍ liggur sum nummar tvey í Formuladeildini.
– Eg gleði meg til vikuskitið tí hetta er ein dystur sum gevur okkum møguleika at fáa fótafesti í oddinum, sigur Tony Paris.
– Eg havi sagt tað fyrr og eg haldi fast við hetta, at eg havi stórt álit á mínum leikarum. Teir hava strítt seg fram til at vera nummar tvey í landskappingini og eg haldi ikki at nakar kann pástanda at hetta bert er hepni.
– Hinvegin haldi eg at vit kundu verið enn longri frammi um vit høvdu verið hepnari í onkrum av mongu javnleikunum vit hava spælt í ár.

Allir menn tøkir
KÍ venjarin sigur at steðgurin í landskappingini kom væl við, og nú eru allir leikarar tøkir til dyst.
– Allir leikararnir eru klárir at spæla og teir gleða seg eisini til hetta sum fyri okkum er týdningarmiklasti dysturin higartil í ár.

Áheitan á KÍ viðhaldsfólk
Tað er nógv á skránni um vikuskifti og býurin gleðir seg til Summarfestivalin, og KÍ venjarin heldur at dysturin leygardagin uttan iva verður ein stór uppliving.
– Eg fari at heita á øll KÍ viðhaldsfólk um at koma til dystin leygardagin og stuðla okkum. Eitt gott úrslit leygardagin hevur alstóran týdning fyri okkum og tí ivist eg onga løtu í at vit fara at seta áskoðaramet.

Dysturin millum KÍ og EB/STR verður leygardagin kl. 17.

Harleyfacadeacryl