Leygardagin frá kl. 11 verður fyrsta FM kappingin í dart í ár í hølunum hjá Klaksvíkar Dartfelag.
Kappast verður bæði hjá kvinnum og monnum, og verða landsins bestu spælarar við. Ein slík kapping er opin, sum merkir at ein og hvør ið hevur hug, kann melda til.. Tilmelding fer fram á heimasíðuni dartfo.com, í seinasta lagið k.l 22 í kvøld



