Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins fyrsti bátafestivalur verður á Toftum

John William Joensen

Aftur í ár fer Bátafelagið á Toftum at skipa fyri árliga bátafestivalinum, sum hvørt ár síðan 2005 hevur verið hildin á Toftum fyrsta leygardag í mai

Aftur í ár ferBátafelagið á Toftum at skipa fyri árliga bátafestivalinum, sum hvørt ár síðan2005 hevur verið hildin á Toftum fyrsta leygardag í mai

Nú farið er umgrækarismessu, og tjøldrini eru komin, er tíðin eisini komin hjá monnum atrigga bátar sínar til frítíðarsigling.

Ársins fyrstibátafestivalur stundar til, og tað er festivalurin, sum Bátafelagið á Toftumskipar fyri.

Leygardagin 4.mai verður tann stóri festivaldagurin á Toftum.

Sum vanligt hevurverið undanfarin ár, savnast bátarnir í Skálafirði um middagsleitið og síðanstevnir fylgið út eftir Skálafjørðinum og út á Toftir.

Tá komið er útmóti Oyrunum, og bátarnir eftir neyvari skipan stevna inn í Oyrahavnina ogleggja til bryggju, setir Harmonikuliðið sín dám á við at spæla sjómanssangir.

Tá allirbátarnir eru komnir trygt í havn, verður borðreitt við suppu.

Ymiskt verðurtil undirhalds á stevnuøkinum, sum seinnaparturin og kvøldið ganga, bæði fyribørnum og vaksnum, og tá kvøldið kemur, verður stórur dansur í tjaldinum.

Neyva skráinfyri Bátafestivalin verður lýst seinni, og av Toftum verður sagt, at allirbátaeigarar og stevnugestir annars eru hjartaliga vælkomin til bygdar at haldastevnu leygardagin 4. mai.