HB kvinnurnar styrkja seg markant til komandi kappingarár. Við ársins leikara og tveimum øðrum leikarum. Allir leikararnir hava spælt á A-landsliðnum í 2017.
HB venjarin Allan Dybczak váttar fyri Norðlýsinum, at HB kvinnurnar hava fingið styrk av Heidi Sevdal úr EB/Streymi/Skála, Sigrun K. Kristiansen úr EB/Streymi/Skála og Saritu Mariu Mittfoss úr B36.
– Vit halda uppá allar leikararnar, so vónandi kann hetta styrkja okkum, so at vit fáa bygt víðari á góðu gongdina í seinnu hálvu í ár. Tá vit leiktu móti EB/Streymi/Skála, so var Heidi stóri trupulleikin hjá okkum og tann trupulleikan fáa vit so ikki nú. Annars vænti eg, at EB/Streymur/Skála og KÍ vera liðini, sum koma at stríðast í toppinum, og vónandi kunnu vit eisini vera við har. EB/Streymur/Skála fær helst onkran styrk, nú tær kunnu lokka við Champions League, meðan KÍ nú ikki hevur nakað trýst á sær viðv. metinum og tað kann gera, at tær vera rættiliga sterkar, sigur Allan Dybczak. Hann sigur, at HB hevur vant styrkisvenjing tríggjar ferðir um vikuna í tveir mánaðir.
Heidi Sevdal, sum er A-landsliðsleikari, var toppskjútti og ársins leikari í ár, meðan Sigrun K. Kristiansen spældi ein A-landsdyst. Báðar vunnu greipuna við EB/Streymi/Skála. Sarita Maria Mittfoss var eisini partur av A-landsliðnum fyrr í ár.



