Norðlýsið og Sosialurin settu eins og vanligt í vikuni sítt ársins lið fyri fyrsta triðingin.
Bæði bløðini vóru samd um 7 av teimum 11 plássunum. Men ósemja var um málverja, annan av miðverjunum, ein á sentrala miðvøllinum og ein av álopskendu miðvallarleikarunum.
Sosialurin setti í blaðnum mánadagin sítt ársins lið higartil. Liðið sá soleiðis út:
Heðin Stenberg (AB) – Bárður Hansen(Víkingur), Hørður Askham(B36), Jóhan T. Davidsen(HB), Ári M. Jónsson (HB)– Sølvi Vatnhamar(Víkingur), Petur Knudsen(NSÍ), Lukasz Cielsewicz(B36) – Árni Frederiksberg(NSÍ), Klæmint A. Olsen(NSÍ), Jóannes Bjartalíð(KÍ). Venjari: Mikkjal K. Thomassen (KÍ)
Í Norðlýsinum mikudagin var ársins lið soleiðis mannað: Kristian Joensen (KÍ) – Bárður Hansen (Víkingur), Ahmed Mujdragic (KÍ), Hørður Askham (B36), Ári M. Jónsson (HB) – Sølvi Vatnhamar (Víkingur), Róaldur Jakobsen (B36), Súni Olsen (KÍ) – Árni Frederiksberg (NSÍ), Klæmint A. Olsen (NSÍ), Lukasz Cieslewicz (B36). (eingin venjari valdur)




