Hann er ikki ein av teimum sum ger burturúr sær sjálvum og hann vitsti heldur onki um at hann skuldi fáa Ársins Rósu.
Í kvøld varð so kunngjørt, hvør skuldi fáa Ársins Rósu í ár. Ein samd nevnd var komin til tað niðurstøðu eftir at hava fingið mong tilmæli, at í ár skuldi tað vera Karl Josephsen, ið skuldi fáa rósuna.
Steinbjørn O. Jacobsen, segði, at í øllum tilmælunum, sum inn vóru komin, varð sagt um Karl, at hann var har tá tørvurin á vitjan ella einhvørjari aðrari hjálp var størst.
Tey eru mong í okkara samfelag, ið hava fingið munandi stuðul og uppbygging frá Karl. Hann hevur ongantíð kraft nakað afturfyri tað góða hann ger og væntar heldur ikki at nakar ger nakað burturúr sær. Sum onkur av tilmælarunum segði, "tað er tað ótrúliga hjartalatið ið ger hann skikkaðan til heiðurin"
Meira um tiltakið seinni. Vit á Norðlýsinum fara bert her at ynskja Karl tillukku við heiðurinum.




