Tríða umfarið av Ársins Songrødd 2009 verður á Seglhúsloftinum, á Tvøroyri leygarkvøldið, sum eins og í Klaksvík hevur uppforstrað eina ørgrinnu av góðum sangarum.
Tíðindaskriv.
T.d. gørdist Guðrun Sølja Jacobsen Ársins Songrødd í 2001, og sum kanska kan sigast, varð hennara lopfjøl inn á yrkispallin.
Tað eru enn nøkur pláss eftir til umfarið har suðri, so til ber enn, at melda seg til kappingina. Tað er eftirspurningur frá luttakarum norðanfjørðs, at sleppa við í suðuroya-undanumfarinum, av tí at fullteknað til eitt av hinum umførinum. Tað ber til, men sjálvandi er tað heldur ynskiligt, at suðringar umboða suðuroy,so vit vilja heita á tykum har suðri at tekna tykkum skjótast til ber.
Undirhaldið aftaná sjálva kappiningina verður sum vant av besta slag, umframt eitt serstakt lingeri-undirklædnamótashow, verður eisini diskotek við James og Mark.
Tiltakið verður sum nevnt er, á Seglhúsloftinum á Tvøeoyri, og byrjar kl. 23:30.




