Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins týdningarmiklasti dystur hjá KÍ og HB

Jákup Ósá

Tað stendur nógv uppá spæl hjá 1.deildarliðunum, sum bresta saman í ársins seinasta dysti í 1.deild. Annað av teimum báðum 110 ára gomlu feløgunum má niður í 2.deild!

Tað stendur nógv uppá spæl hjá 1.deildarliðunum, sum bresta saman í ársins seinasta dysti í 1.deild. Annað av teimum báðum 110 ára gomlu feløgunum má niður í 2.deild!

Bæði KÍ og HB hava fingið góð úrslit í seinnu hálvu, har tey bæði hava lagt EB/Streym væl afturum seg. Tó fingu tey ikki nakað annað lið aftur, og tí verður avgerandi dysturin í Klaksvík leygardagin. KÍ er 3 stig aftanfyri HB, men málmunurin hjá klaksvíkingum er betri og tí bjargar KÍ sær, um liðið vinnur heimadystin.

Bæði KÍ og HB gera nógv burturúr dystinum. HB skipar fyri busstúri og sum skilst ætla klaksvíkingar at møta mannsterkir upp. Hjá báðum feløgum er tað av størsta týdningi av hava lið í næstbestu deildini. Kostnaður til altavgerandi dystin er 50 krónur. Dysturin byrjar kl. 15.00 og dómari verður Kári á Høvdanum.

Harleywoodpaint