Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins vánaligasta avrik á heimavølli hjá KÍ

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

KÍ fekk í kvøld møguleikan at leggja seg á 4. pláss í Effodeildini, sum gevur eitt Europa League pláss. Men sum so ofta seinnu árini, so megnar KÍ ikki at taka av, tá tað veruliga geldur. 

Tað var væntandi, at AB fór at geva KÍ dygga mótstøðu, tí gongdin hjá AB hevur verið góð seinastu tíðina, meðan KÍ sum oftast skal stríðast hart fyri góðum úrslitum óansæð hvar á stigatalvuni mótstøðuliðini liggja. 

AB vann tryggan 3-1 sigur í Klaksvík. Argjamenn vóru nógv meira klárir til dystin og vunnu nærdystirnar eins og næstu bóltarnar. Um KÍ undirmetti AB ella um talan bara var um ein óvanliga vánaligan kollektivan dag er trupult at meta um, men í øllum førum var talan um ársins vánaligasta avrik á heimavølli hjá KÍ, har avrik og úrslit annars hava verið góð í ár, og har KÍ undan hesum dystinum bara hevði tapt móti HB á heimavølli. Sigurin hjá AB var nærum ongantíð í vanda, hóast KÍ minkaði um munin í seinna hálvleiki til 1-2. Tí stutt seinni staðfesti AB 3-1 sigurin.

B36 vann grannauppgerðina ímóti HB og tískil eru framvegis bara 2 stig millum HB og KÍ í kappingini um 4. pláss. Tískil livir Europa League vónin hjá KÍ framvegis, men skal tað eydnast KÍ at koma út í Europa komandi ár, so er neyðugt at liðið megnar at traðka til, tá tað veruliga geldur. Tað megnaði liðið ikki hesaferð og hevur júst tað at kunna vinna týðandi dystir verið ein stórur trupulleiki í fleiri ár.

HB hevur á 4. plássi 36 stig, meðan KÍ á 5. plássi hevur 34 stig.