Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársúrslitið hjá BankNordik eins gott og árið fyri

Banknordik

Úrslitið fyri 2013 gjørdist 114 mió. kr. fyri skatt. Samstundis hava kundarnir fingið 50 mió. kr. í príslækkingum í 2013.

Úrslitið fyri 2013 gjørdist 114 mió. kr. fyri skatt. Samstundis hava kundarnir fingið 50 mió. kr. í príslækkingum í 2013.

Í 2013 hevði bankin rakstrarinntøkur á 846 mió. kr. í mun til 895 mió. kr. árið fyri. Høvuðsorsøkin til inntøkulækkingina á 50 mió. kr. er, at bankin í 2013 lækkaði rentur, avgjøld og tryggingarprísir fyri føroysku kundarnar munandi, m.a. í sambandi við fyrimunaskipanina Nordik360.

Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist sostatt 261 mió. kr. samanborið við 292 mió. kr. árið fyri. Orsøkin til at bankin hevur fingið eitt munagott úrslit, hóast inntøkurnar vórðu skerdar við 50 mió. kr., og útreiðslurnar til innskjótaratrygdargrunnin øktust til 26 mió. kr. árliga, er, at bankin við víðfevndu umleggingunum seinastu árini hevur minkað um útreiðslurnar við útivið 80 mió. kr. árliga.

Niðurskrivingar á útlánum gjørdust 147 mió. kr. (2012:115 mió. kr.). Meginparturin av niðurskrivingunum stavar frá privatkundum og smærri vinnukundum. Eftir niðurskrivingar og ikki afturvendandi útreiðslur varð úrslitið 103 mió. kr. fyri skatt og virðisjavna samanborið við 101 mió. kr. í 2012. Úrslitið er eitt sindur omanfyri væntanirnar, ið bankin kunngjørdi tann 10. januar í ár.

Kundarnir fingu 50 mió kr. í príslækkingum
Fyrru helvt av árinum gjørdi bankin eitt miðvíst arbeiði fyri at styrkja og betra um tænasturnar til kundar bankans. Nýggja fyrimunaskipanin Nordik360 kom á marknaðin, og harvið hava kundar bankans fingið eitt nýtt, munagott tilboð. Samstundis varð kundatænastan skipað av nýggjum, soleiðis at kundar lætt og skjótt kunnu fáa ráðgeving umvegis telefon og teldupost.

Við nýggju prísunum í fyrimunaskipanini hava føroysku kundarnir fingið lægri rentur og avgjøld umframt bíligari tryggingar fyri meira enn 50 mió. kr. árliga. Kundar bankans í Føroyum hava sostatt fingið bróðurpartin av útreiðslusparingini á 80 mió. kr., sum bankin miðvíst hevur megnað at framt tey seinastu árini.

Ein sterkur peningastovnur er samfelagsgagnligur
“Bankin veitti í fjør føroysku kundum sínum rentu- og príslækkingar fyri 50 mió. kr. árliga. Tað merkir, at nógv húskir fáa fleiri túsund krónur í útreiðslusparingum um mánaðin. Hetta ber til, av tí at vit við stórum umleggingum av okkara virksemi hava skert árligu útreiðslurnar við 80 mió. kr. Á henda hátt er tað kundunum at gagni, at vit reka bankan skynsamt”, sigur Janus Petersen, forstjóri.

Samstundis brynjar bankin seg til at lúka øktu treytirnar í SIFI lóggávuni, sum hevur til endamáls at tryggja føroysku bankaskipanina móti komandi bakkøstum.

“Virksemi bankans í Danmark hevur nú í tríggjar ársfjórðingar á rað givið yvirskot – eins og hini virkisøkini hava yvirskot í 2013”, sigur Janus Petersen. “Hóast vit kundu hugsað okkum størri lánseftirspurning, og harvið hægri inntøkur, kunnu vit tó fegnast um, at tey spariátøkini, sum bankin nýliga hevur framt, hava verið avgerandi fyri framhaldandi lønsemi og kappingarføri bankans.”

Væntanir til 2014
Í 2014 fer BankNordik framhaldandi at menna virksemið í samsvari við ætlanir bankans. Væntandi fer rentustigið framvegis at vera lágt og búskaparvøksturin á marknaðum bankans avmarkaður. Tí væntast lánshugurin eisini framhaldandi at fara at vera lítil.

Kortini leggur bankin seg eftir at røkka einum vøkstri í nýggjum útlánum, sum skal viga upp ímóti afturrindan av eldri lánum. Tískil væntar bankin, at útlánini fara at vera á sama stigi við ársenda, sum tey vóru við ársbyrjan. Orsakað av harðari kapping fer rentumarginalurin væntandi at falla eitt sindur.

Bankin væntar tí, at rentuinntøkurnar (netto) fara at vera lægri í 2014, enn tær vóru í 2013. Tað sama er galdandi fyri inntøkurnar frá tryggingarvirkseminum. Inntøkurnar frá tænastugjøldum fara væntandi at hækka eitt lítið sindur orsakað av vaksandi virksemi á pensjóns-, Íløgu- og realkredittøkinum.

Bankin fer framhaldandi at leggja dent á at skerja útreiðslurnar í 2014. Út frá lýstu gongdini væntar BankNordik eitt úrslit fyri skatt, niðurskrivingar, ikki afturvendandi útreiðslur og virðisjavna á 200-240 mió. kr. í 2014 (2013: 261 mió. kr). Niðurskrivingar á útlánum (netto) verða væntandi lægri í 2014 enn árið fyri.

Gott gjaldføri og góður solvensur
Váði bankans verður endurspeglaður í solvenstørvinum á 8,9%, sum er millum teir lægstu í danska ríkinum og nær lógarkravinum um minst 8%. Við einum solvensi á 14,7% hevur bankin eitt rásarúm á 5,8 prosentstig í mun til solvenstørvin. Eisini hvat gjaldføri viðvíkur hevði BankNordik um ársskiftið ein haldgóðan yvirdekning, nevnliga 179% omanfyri lógarkravið.