Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Artic Viking afturheldur manningarupplýsingum

Oliver Joensen

Fyri 1 ári síðani legði Fiskimannafelagið sak ímóti reiðarínum hjá Artic Viking fyri ov lítið útgoldna hýru á túrum, ið gjørdir vóru í 2005 og 2006.

Tilsamans er kravið omanfyri 1 mió kr.

Talan er um túrar, har Artic Viking hevur havt 4 mans úr Litavia við, men hóast hesir ikki hava verið mynstraðir, so hevur reiðaríið í sambandi við uppgerðina brúkt avrokningarhátt og manningartal, sum um at hesir 4 litavarnir hava fingið fulan manningarpart – manningarparturin hjá restini av manningini er tískil minkaður samsvarandi.

Fiskimannafelagið hevur ikki fingið skjalaupplýsingar um, at litavarnir hava fingið nakra hýru frá reiðaranum, ella hvørja løn teir hava fingið, og litavarnir hava ikki mynstra eins og restina av manningini. 

Sambært sáttmálanum millum Fiskimannafelagið og Føroya Reiðarafelag, so er parturin hjá manningini 27% av avlopinum, tá felagsútreiðslur eru drignar frá. 

Fiskimannafelagið leggur dent á, at eftirsum litavarnir ikki eru mynstraðir við sum manning, so eiga teir ikki lut í teimum 27% hjá manningini. Lønina til litavarnar eigur reiðaríið sjálvt at rinda eftirsum hesir ikki eru mynstraðir við. 

Fiskimannafelagið leggur eisini dent á, at um reiðaríið tilvitað hevur avroknað sambært einum manningartali, sum ikki er mynstrað við skipinum, so er neyðugt at kanna, um talan er um brot á revsilógina. 

Fiskimannafelagið hevur fleiri ferðir eftirlýst nærri upplýsingar um litavisku manningina og skjalaprógv fyri, at hesir umvegis føroysku skattaskipanina hava fingið manningarpart eins og restin av manningini. 

Higartil hevur reiðaríið hjá Artic Viking afturhildið upplýsingunum um litavarnar, og Fiskimannafelagið hevur ongantíð fingið upplýst, hvat tað er, sum reiðarin vil fjala.

Enn er ikki greitt nær dómur fellur í málinum