Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ása og Heðin vóru best hjá KÍ í ár

Jákup Ósá

Ása K. Thomsen og Heðin Klakstein blivu vald til ársins leikarar hjá KÍ á ársveitsluni í ár.

Ása K. Thomsen og Heðin Klakstein blivu vald til ársins leikarar hjá KÍ á ársveitsluni í ár.

Ása K. Thomsen hevur skarað mest framúr á einum framúrskarandi KÍ liði, sum vann greipuna í ár. Ása spælir á verjukenda miðvøllinum og er leikarin, ið hevur spælt flestar minuttir hjá KÍ í ár.

Hjá monnunum fall valið á toppskjúttan Heðin Klakstein, ið hevur havt eitt framúrskarandi kappingarár. Hóast tað gingu nøkur umfør, áðrenn Heðin fekk pláss á liðnum, so tók hann av, tá møguleikin kom og hann gjørdist toppskjútti við 11 málum og harafturat legði hann upp til 6 mál.

Ársins leikari, kvinnur:

2011: Rannvá B. Andreasen

2012: Rannvá B. Andreasen

2013: Maria K. Thomsen

2014: Rannvá B. Andreasen

2015: Ása K. Thomsen

Ársins leikari, menn:

2010: Sørmundur Kalsø

2011: Hjalgrím Elttør

2012: Páll A. Klettskarð

2013: Páll A. Klettskarð

2014: Ndende Adama Guéye

2015: Heðin Klakstein

Tað er Bláa Bylgjan, sum á hvørjum ári velur ársins leikara og stjørnuskot.

Harleyfacadeacryl