Sum sæst aðrastaðni í blaðnum ídag, so ber nú til at fáa túnið ella annað asfalterað við sterkum
"heitum" asfalti.
Tað er felagið H.J. Asfalt við Jóannes Rasmussen av Skála, sum saman við fleiri úr Klaksvík, stendur fyri hesum arbeiðinum.
Jóannes Rasmussen sigur við Norðlýsið, at tá teir á hesum sinni byrjaðu í Klaksvík, gjørdu teir arbeiðið kring Sambýlið á Heygnum og eldraíbúðirnar undir Kráarbrekku.
Síðani hava teir gjørt ymiskt arbeiði fyri kommununa, so sum lagt asfalt á gongubreytir og annað.
Jóannes Rasmussen hevur í mong ár arbeitt hjá Landsverkfrøðingsstovninum, til hann fór undir egið virki og síðani hevur H.J.Asfalt havt nógv asfaltarbeiði kring um í landinum.
Vit hava bæði stórar og smáar maskinur, sigur Jóannes Rasmussen víðari.
Tá talan er um vegir, kunnu vit asfalterað upp til 7 metrar breitt í einum, men samstundis hava vit eisini minni maskinur, sum gera, at væl ber til hjá okkum at asfalterað eitt nú tún, innkoyringar til sethús og annað.
Orsøkin til at vit gera vart við okkum her nú er, at í løtuni hava vit okkara maskinur í Klaksvík, so um onkur er, ið bíðar eftir at fáa slíkt asfaltarbeiði gjørt, so eru vit klárir at geva tilboð og at gera arbeiðið skjótt og væl, sjálvandi.
Til teirra, sum hava hug at fáa eitt slíkt arbeiði gjørt, er bert at siga, at í lýsingini hjá H.J. Asfalt ídag, fáast allir upplýsingar. Men sjálvandi, um skjótt skal vera, ræður um at bera skjótt at.




