Á veg til dystin í Runavík mikukvøldið, orkaði bussurin við áskoðarunum ikki niðan á Gøtueið.
Tað hevur rigga stak væl í ár við flutningi av áskoðarum til útidystirnar hjá KÍ og luttøkan til frálíku busstúrarnar sýnist alsamt økjast hóast skiftandi úrslit.
Men mikukvøldi vildi bussurin ikki sum bussførarin vildi. Tá bussurin byrjaði uppá brekkuna frá Syðrugøtu og niðan, hoyrdist misljóð frá motorinum og næstan komin niðaná, vildi bussurin ikki meira. Nú vóru góð ráð dýr, tí bert 15 minuttir vóru til dysturin skuldi byrja
Men tað kláraði bussførarin eisini, hon ringdi dúgliga við fartelefonini, og bert fáir minuttir gingu til annar bussur kom og áskoðararnir komu til dystin júst sum hann byrjaði.
Væl fyriskipað hóast óhapp.




