Sýrlendski forsetin sum hevur brúkt kemisk vápn móti egnum borgarum – skilir bara ein boðskap og er tað ein rakett millum herðarnar, segði Hendrik Old eftir at Høgni Hoydal spurdi løgmann um spurningurin um støðuna í Sýria var til viðgerar á Ríkisfundinum.

Løgmaður váttaði at málið var umrøtt á ríkisfundinum men Føroyar umsita ikki hernaðarmál og tí verða Føroyingar ikki spurdir beinleiðis. Men sum løgmaður hevði skilt fara danir ikki at stuðla einum møguligum álopið við beinleiðis herðfólki.
Hetta fekk Hendrik Old at koma við eini viðmerking:
– Er málið nú komið har til at føroyingar skulu taka avgerð um man skal leypa á Sýria ella ikki – ja so verður seinur dagur at hetta verður gjørt.
– Sýriski forsetin sum hevur brúkt kemisk vápn móti egnum borgarum skilir bara ein boðskap – nevniliga eina raktett millum herðarnar!!! Vit hava havt eina trygd í at USA tók sær av slíkum og vit eiga sjálvsagt at stuðla teimum.
– Tá hetta høga ting hevur samtykt einaferð at man ikki ynskir at luttaka í nøkrum slíkum – hvat hevur man so at gera á fundi við Obama sum lítið annað hevur at gera í hesum døgum at at stríðast við slíkar búrkroppar.