Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Astrup leggur fram í Leikalund

Tidindaskriv

Mikukvøldið verður Leikalund karmur um eina bókaframløgu

Mikukvøldið verður Leikalund karmur um eina bókaframløgu

Seinastu fýra árini hevur Páll Holm Johannesen við jøvnum millumbili gjørt samrøður við Jørn Astrup Hansen. Samrøðurnar eru bulurin í nýggjari bók um tíðina hjá danska bankastjóranum í Føroyum. Tilfarið í bókini fevnir um tíðarskeiðið frá 1992 til 2017.

Sum stjóri í teimum størstu peningastovnunum í landinum telist Jørn Astrup Hansen millum máttmiklastu persónar í Føroyum tey seinastu áratíggjuni. Hann var í mongum leiki og var ofta eyðsýndur .

Tann bersøgni bankastjórin úr Danmark kloyvir ta føroysku fjøldina. Tað gjørdi hann øll árini sum stjóri í Føroya Banka, og tað ger hann enn. Nógv halda hann hava gjørt stóran mun, onnur halda lítið um hann.

Mikukvøldið 25.oktober leggja Páll Holm Johannesen og Jørn Astrup Hansen bókina fram í Leikalund í Klaksvík.

Tiltakið byrjar klokkan 19.30