Í morgun var lítil móttøka fyriskipað á deildini hjá EFFO í Klaksvík. Orsøkin var, at hitatænastumaðurin hjá oljufelagnum í Norðoyggjum, Ásvald Thomsen, fór um sín 25 ára starvsdag.
Starvsfelagar úr øllum landinum vóru møttir og harafturat leiðslan í felagnum. Leiðarin fyri Hitatænastuna hjá Effo, Magni Dybczak segði nøkur orð, og nevndi millum annað, at Ásvald fór longu sum 14 ára gamalur til skips, sigldi úti í fremmandum londum eisini og hevði í hyggju at fara at lesa til skipsførara, men eyguni vóru í vegin, so hann mátti velja aðra lívsleið. Fór í smiðjulæru í Klaksvík, arbeiddi í Havn í útivið trý ár, men fór so norður í Sund at vera maskinmaður á Frostvirkinum í Norðdepil.
Guttorm Johannesen, sum tá var Hitatænastumaður hjá Statoil, bað tá Ásvald hjálpa sær eitt skiftið, men stutt eftir gjørdist Guttormur sjúkur og doyði. Ásvald valdi tá at taka yvir, og hevur verið har síðani.
Magni Dybczak nevndi eisini hvussu væl umtóktur Ásvald er í starvinum, nærlagdur og positivur. Eftir røðuna, handaði hann Ásvaldi blómutyssu og eitt vikuskiftið fyri tvey við Atlantic Airways út í heim, har alt er goldið, matur, hotel, musical og tað sum ein kann stytta sær stundir við á einum slíkum túri.
Vit á Norðlýsinum ynskja Álvaldi hjartaliga tillukku á degnum og góðan túr til tykkum bæði.




