Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

At binda eina kenslu

skulatrod.fo

Tveir fríggjdagar á rað hevur listakvinnan Maibritt Marjunardóttir vitjað listabreytina, har heitið var “At binda eina kenslu”.

 

Hetta vóru sera áhugaverdir og avbjóðandi dagar. Tað snúði seg um at hugsa øðrvísi, enn mann kanska vanliga ger. Hesuferð var talan ikki um at gera eitt ávíst produkt, men heldur at hugsa um tilgongd; nýta hugflogið, forvitni og sansir.

Sera áhugavert var at síggja, hvussu næmingarnir fluttu seg frá tí sera trygga við vanligum tógvi og “røttu” stokkunum til ein meira improviserandi arbeiðshátt, sum m.a. fevndi um stokkar nr. 35, plastikkposar, leidningar, stáltráð og gávubond.

Listarlig menning er spennandi menning!