Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At fara í býin

Oliver Joensen

LEIÐARIN: Klaksvík er alt meira og meira farin at bjóða fram fleiri møguleikar hjá borgarum, ið hava hug at hugna sær um kvøldarnar. Vit hava langt um leingið fingið fleiri matstøð kring um í býnum og sum skilst, so vera tey enn fleiri í næstum.

LEIÐARIN: Klaksvík er alt meira og meira farin at bjóða fram fleiri møguleikar hjá borgarum, ið hava hug at hugna sær um kvøldarnar. Vit hava langt um leingið fingið fleiri matstøð kring um í býnum og sum skilst, so vera tey enn fleiri í næstum.

Tey eru nøkur, sum rista á høvdinum at hesi gongd, tí hildið verður at útboðið er vorðið heldur stórt.

Men tað er minni enn so altið at stórt og ymiskligt útboð hevur við sær at fyritøkur kappa høvdið av hvørjari aðrari. Tað kann væl henda júst tað øvugta, nevniliga at nógvar ymiskligar fyritøkur ella, sum í hesum føri matstovur, gera býarlívið og tað at fara út, meira áhugavert og tískil skapa størri vinnumøguleikar á økinum.

Tað er ein sannroynd, at borgararnir alt meira og meira brúka møguleikan at eta úti, ikki bert um kvøldarnar, men helst enn meira á miðdegi, nú flestu arbeiðispláss hava slept døgurðasteðginum, sum fyrr var ein tími ella kanska fimm korter hjá onkrum, og ístaðin bert steðga hálvan tíma á miðdegi.

Men misljóð hoyrast um møguleikarnar hjá yngru ættarliðunum at fara út til annað enn at eta. Ført verður fram, at vit kundu havt meira av mentanarligum tiltøkum í býnum og ikki minst skorta møguleikar at fara út at lurta eftir góðum live tónleiki og at taka sær ein ”sving om”.

Tað var tann tíð, tá dansurin fekk góða undirtøku í býnum, men seinnu árini er hetta alt meira og meira fánað burtur við tí úrsliti at alt fleiri og fleiri leita sær til onnur pláss í landinum at finna slíkt undirhald og í hesum sambandi fara nógv til høvuðsstaðin sum skilst.

Vit áttu at skapt rúmari ræsur á hesum økinum í býnum. Tað var tann tíð, tá vit fyrireikaðu okkum til at Norðoyatunnilin skuldi lata upp.

Fyri framman stendur aftur nú eitt átak her í býnum, sum uttan ivað verður eitt ”must” hjá fólki áðrastaðni frá at vitja, og tað er svimjihøllin tá hon letur upp aftur. Gamaní, hetta kann ikki samanlíknast við Norðoyatunnilin. Men kundu vit tvinna hetta stóra átakið saman við nýggjum undirhaldsmøguleikum í Klaksvík um kvøldarnar, eitt nú við ”live” tónleiki í býnum og møguleiki fyri góðum dansi, so var býurin komin eitt stórt stig víðari.

Ikki bara hevði hetta ført við sær fleiri vitjanir hendavegin, men hetta hevði eisini havt við sær at størri partur av yngru ættarliðunum høvdu støðast her tá tey fóru ”í býin”.

Oliver