At finna sær eitt pláss við vatnið
Sandsvatn er eitt av teim stóru vøtnunum í Føroyum. Við tað at tað hevur gott samband við sjógvin av og á, er vatnið sera áhugavert hjá sílafiskarum.
At ferðast í egnum landi eigur at vera eitt ”must” hjá okkum øllum. Táið vit ferðast, skulu vit sjálvandi hava eitthvørt at fara eftir. Tá tosað verður um sílaveiðu ella fisking, sum heild, so eru Føroyar eitt eldorado í somáta, og tí er áhugin at standa við tráðuni sera kærkomin hjá føroyska ”turistinum”, tí ítrivið kann brúkast hvønn dag og í øllum veðri.
Tó, tað var eitt sindur um Sandsvatn hetta skuldi snúgva seg um. Tosaði við ein av teim mongu, ið hava fiska á Sandsvatni, nevniliga bakaran Anfinn í Soylu. Anfinnur sigur, at serliga fyrr, var nógv at fáa á vatninum.
Vit kundu fáa stór síl, eisini sjósíl, og harafturat settu menn laks út her fyri nógvum árum síðani, og tá var nógvur aktivitetur her, men enn ídag eru nógv, sum stytta sær um stundir við at fiska á vatninum.
Laksurin er minkaður burtur í lítið og einki. Eg haldi, sigur Anfinnur í Soylu, at tá alingin byrjaðið bleiv eisini villlaksurin fongdur við lús. Her hjá okkum er so skaffi viðvíkjandi vatninum og ánni, at um lítið avfall er, so doyr áin burtur oman ímóti lánni, og tað kann ganga long tíð har laksurin ikki sleppur niðan. Vit kundu síggja laksarnar svimja fram við lánni illa bitnir av lús. Laksarnir hava sum kunnugt fyri neyðini at koma í fekst vatn fyri at blíva avlúsaðir. Eg trúgvi at hetta átti sín part av skuldini fyri at laksurin at kalla bleiv burtur.
Niðri á Lánni var annars hugaligt at standa. Tá tað breyt á lógv, kundi tú síggja síla- ella laksatorvurnar ígjøgnum brotini. Vatnið er annars ótrúliga áhugavert hjá sílafiskarum, sjálvt um sílini ídag kanska eru heldur smærri enn tey onkuntíð hava verið. Um tú hevur hug at standa í friði og náðum og njóta náttúru og friðsemið, so kanst tú altíð finna tær eitt pláss fyri teg sjálvan onkustaðni fram við vatninum. Tað er mangan hetta, sum sílafiskarin leitar eftir.
Tá eg spyrjið Anfinn um hvussu reint vatnið er, sigur hann, at nógv er gjørt hesi seinnu árini fyri at fáa vatnið reint. Tó, enn er ikki heilt komið á mál, men vatnið er nógv reinari nú enn fyrr, eitt nú eru kloakirnar frá Meginskúlanum komnar upp á pláss og eisini tæðingin hjá bøndrunum, so tað hjálpir nógv.
Men broytingar eru. Niðri í ánnni við Lánna var yðjandi lív av sandflundru, kombikkum, og álli. Ikki minst glasállur. Eg var har niðri við abbabørnunum, og skuldi vísa teimum alt lívið har, men eg bleiv rættuliga skuffaður, tí eg sá ongan glasáll. Eg havi tó lisið onkustaðni, at állurin minkar allastaðni í londunum kring um okkum, so tað er kanska onki serfyribrigdi fyri Sandá, sigur Anfinnur í Soylu av Sandi at enda.
Oliver




