Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“At fiska í russiskum sjógvi ræðir meg als ikki”

Jóhann Lützen

Bjarni Samson skal í næstum við nýbygninginum Emerald í Barentshavið. Bjarni vónar ikki, at Føroyar leypa av framav og gera harðari átøk enn hinar fiskivinnutjóðirnar í vesturheiminum.

Í hesum døgum við stórum kjaki um, hvørji átøk eiga at vera gjørd mótvegis Russlandi í kjalarvørrinum av krígnum í Ukraina, er nærliggjandi at hugsa, at tað fyllir nógv í prátinum millum manningina á føroysku flakatrolarunum í Barentshavinum. Men so er ikki.

– Vit tosa í veruleikanum ikki nógv um tað. Tí tað er ikki í okkara hondum at gera av, og tí nyttar lítið at fokusera upp á tað.

Síðani spyrji eg inn til ítøkiliga samstarvi við russar, tá teir eru til fiskiskap í russiskum farvatni.

– Tá vit koma til russiska fiskimarkið, kemur altíð ein russiskur eftirlitsmaður umborð, sum er við á øllum túrinum og fylgir við, at alt fer rætt fram sambært fiskiveiðuavtaluni og kvotarættindum okkara. Eftir russisku innrásina í Ukraina hava vit í veruleikanum merkt, at eftirlitisfólkini eru meira lagalig mótvegis okkum, har tað áður kanska kundu vera ávísur trekleiki.

Men óttast teir ikki møgulig átøk frá russiskari síðu?

– Nei, tað ræður meg als ikki at vera fiskimaður í russiskum sjóøki, tí tað hava vit sum føroyingar drúgvar royndir við.

– Eg vóni bara ikki, at vit sum fiskivinnutjóð leypa av framav og gera harðari átøk enn hinar fiskivinnutjóðirnar í vesturheiminum. Fyri meg persónliga havi eg nú starvast í 25 ár við fiskiveiðu í Barentshavinum, og tær arbeiðsroyndirnar kann eg illa brúka til fulnar, um eg leggist upp á land ella fari við onkrum øðrum føroyskum fiskifari. So mest sannlíkt hevði eg fari við onkrum grønlendskum ella norskum skipi, um vit ikki sleppa at halda áfram.

Stór samrøðugrein verður í Norðlýsinum, sum kemur út mánadagin.