Í Føroyum vóru umleið 80 familjur, sum undir 2. heimsbardaga ikki vistu, nær, hvar og hvussu menn, pápar og synir fórust. Skipini, teir vóru við, hvurvu; ongin visti nakað frá teimum at siga.
Í Føroyum vóru umleið 80 familjur, sum undir 2. heimsbardaga ikki vistu, nær, hvar og hvussu menn, pápar og synir fórust. Skipini, teir vóru við, hvurvu; ongin visti nakað frá teimum at siga.
6 milliónir jødar vórðu dripnir í sama tíðarskeiði. Av hesum er lagnan hjá 1.5 milliónum ókend. Avvarðandi teirra hava ongantíð fingið at vita, nær, hvar og hvussu tey hvurvu. Framvegis hvørva fólk.
Elsa og Róland í Skorini hugleiða um hugtøkini “at hvørva, sakna og ikki vita” í sambandi við, at 70 ár eru liðin, síðan 2. heimbardagi endaðí.




