Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At skapa og seta varðar eftir okkum

Signhild Johannesen

At skapa og seta varðar eftir okkum, er ein háttur at vísa, at vit hava verið til og at tað er her, vit hava livað. Tað er neyðugt fyri framtíðina at vit vísa á fortíðina. Í dag hava vit avdúkað eina standmynd av kópakonuni, sum er ein søgn úr Uttarstovu í Mikladali – ein søgn, sum øll í Føroyum kenna og við avdúkingini í dag, eisini fer at verða kend uttan fyri land okkara, her fara at koma ferðafólk nærsagt úr øllum heiminum at vitja, síggja og hoyra søgnina um kópakonuna, sum í nøkur ár livdi sum eitt menniskja, kona, húsmóður og átti børn, sum flest allar aðrar konur.

Eingin klárar at gera nakað einsamallur. Tit, sum standa fyri sjómannadegnum saman við bygdafólkinum her á staðnum, hava megnað at fingið hetta til veruleika og kunnu vera errin av standmyndini og degnum í dag. Í vikur hevur tað verið lív og samanhald í bygdini, tit hava havt eitt felags mál at sæð fram til og skapar tað trivna fyri bygdina, fólki, her býr og tykkum, sum hava tilknýti til staðið. Tað at sjómannadagurin víðkar sín sjónarring út um Klaksvíkina er at fegnast um, tí á einum so lítlum plássi sum Mikladalur, er torført at fáa stór mál ella stórar verkætlanir gjøgnumførdar einsamøll og er tað júst í slíkum førum, at vit eiga at standa saman og stuðla hvørjum øðrum.

Klaksvíkar býráð setti fyrstu fer pening av til hesa verkætlan í 2013, men fyrireikingin tók tíð og peningurin varð ikki brúktur. Partur av játtanin til standmyndina fór ístaðin, til eitt listaverk í Skúlanun við Ósánna, eitt listaverk av kópakonuni sum Edward Fuglø málaði á ein vegg í auluni. Haldi tað passar sera væl, at vit nú hava ein málning av kópakonuni í skúlanum í Klaksvík, samstundis sum sjálv kópakonan stendur so føgur og fríð, her hon eigur heima.

Øll tit, sum hava brúkt tíð og orku uppá at fyrireika hendan dagin, fólki aftan fyri sjómannadagin, Preben Hansen, Oliver á Norðlýsinum, Olivur Thomsen, Ólavur Samson, Hans Pauli Olsen við sínum fólkum og øllum bygdafólkinum vil eg takka hjartaliga og fegnist eg um, at listin eisini røkkur norður til hesa bygd, sum hevur fostrað so nógv kend listafólk sum t.d. Eliesar í Pállstovu, Hans Hansen, Fridtjof Joensen og Hans Jacob Glerfoss, sum vit eisini fáa høvi at síggja nakað av í dag. Og eina stóra tøkk til Hans Paula Olsen fyri tað valaverk sum standmyndin er.

Fyrst er standmyndin tykkara sum búleikast her á staðnum, men vit vilja vegna Klaksvíkar býráð taka okkum væl av kópakonuni, sum nú er ogn hjá Klaksvíkar kommunu. Ikki er neyðugt at ganga við lykilinum uppi á sær, heldur man tað vera okkurt, sum kann leinkja og halda kópakonuni uppá pláss, har hon stendur beint út ímóti havinum. Sum tit vita, so plagar borgarstjórin at ganga við ketu um hálsin, so er tann uppgávan klárað. Vónandi verður uppgávan lættari hjá tær Jógvan, enn hjá bóndanum á Sunnanagarði, hvør veit, møguliga Mikladalsfólk síggja borgarstjóran við fylgi dansa og halda sær at gleimi niðri á helluni á trettandi nátt, livst so spyrts.

Hjartaliga til lukku øll somul og takk fyri.

Signhild Johannesen