Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At vara um øll – eisini í framtíðini.

Jóan Pauli Joensen

Í Grikkalandi eru tey ungu í øðini, tí foreldrini, við løtuvinningi fyri eygað, hava brúkt pening uttan skil. Stuðlað av politikarum hava tey koyrt landið á húsagang og latið teimum ungu rokningina at gjalda – ella sent hana til barnakamarið.

Vit kenna eisini hetta bankabúskaparliga testosteronið í okkara bankaheimi. Tað mundi ført okkum út á sjógv, tí tað bara varð elt har fyri var slóðað – har sum lættur peningur varð hildin at vera at vinna. Tað endaði galið, men tíbetur komu vit rímiliga turrskødd í land aftur.

Tey, sum so uttan forskjel koma at bera byrðarnar, eru altíð tey á niðastu rók – vanliga fólkið. Tað er altíð dýrt at vera fátækur og einki hava at siga. Útvarpið bar í dag tíðini úr Íslandi, at um tey, sum hava fingið ríkidømi landsins litið upp í hendi, bert hugsa um egnan vinning og ikki um tað, sum gagnar heildini, eru tey ikki tey røttu at taka sær av hesum virðum.

Vilja vit bert fyrilitarleyst lata pengarnar fólkið flyta, ella vilja vit hava tað trygt, gott og liviligt? Ábyrgdin liggur lutvíst á tí einstaka, tá hann ella hon setur krossin, men eisini á teimum sosialu og vinnuligum mynstrum, sum vit hava skapt til at bera okkum at eftir.

Vani er eisini vald og tí skal vit, skil og nýhugsan til. Politikarar gjalda ein prís fyri at vera politikarar, og prísurin er fyrst og fremst at hugsa – ikki bara stutt, men eisini langt og eisini aftaná at val hevur verið.

Um tú hugsar so, at tað skal verða liviligt hjá øllum, ræður um at velja politikarar, ið vilja fara longur enn bert at sætta sær og sínum. Tað er at velja politikarar, sum hava alt fólkið í huganum – eisini tey, sum eru uttast á lívsins skuggasíðu.

Jóan Pauli Joensen Javnaðarflokkurin. Listi C.