Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At vera diplomatur og at savna

Oliver Joensen

Nógv verður sagt og skrivað undan einum fólkatingsvali og summir halda veljarar sínar fyri tað turra spott. Sigur Atli Rasmussen úr Keypmannahavn.

 
 
Nógv verður sagt og skrivað undan einum fólkatingsvali. Á heimasíðu Fólkafloksins verður lagt upp til, at velja eitt umboð, ið savnar og ikki spjaðir. Eisini hava valevni Fólkafloksins skrivað um, at nú skulu diplomatar og ikki buldribassar á Fólkating. Slík úttalilsir gera eftir míni bestu sannføring Fólkaflokkin til tað besta boðið uppá at verða tann stuttligi flokkurin í Føroyum. Men ikki bert tað. Við at selja seg við slíkum lýsingum er Fólkaflokkurin eisini mítt besta boð uppá ein flokk, ið heldur føroyskar veljarar og ikki minst fólkafloksveljarar fyri tað turra spott.
Tann, sum bert veit og minnist eitt lítið sindur um føroyskt politiskt arbeiði á Christiansborg seinastu 20 árini, kann ikki annað enn undrast. Heldur enn at savna hevur Fólkaflokkurin í nógv ár, við Óla Breckmann á odda, spjatt og hann hevur eisini máað av tí góðtokka Føroyar og føroyingar hava millum danskar politikarar og danskarar annars. Tað eru eisini tey sum siga, at talufrælsið á talarastólinum í Fólkatinginum mangan hevur verðið misnýtt. Hann hevur skotið frá sær og eftir øðrum og gjarna við einum orðalag, ið ikki kann ganga hond í hond við tað sum minnir um diplomati.
Vilt tú hava meira buldur og annað, sum einki hevur við diplomati og gott korridorprát at gera, so er mítt besta boð, at tú velur Fólkaflokkin. Her hava teir verðið meistarar.
Vilt tú hava eitt føroyskt  umboð á Christiansborg, ið leggur dent á diplomati, gott korridorprát við danskar politikarar og at arbeiða samvitskufult fyri føroyingar og Føroyar, so er bert eitt boð. Tað er at velja eitt sambandsumboð, ið eisini vil virða rætt føroyinga, at framtíðarviðurskifti Føroya við Danmark ikki skulu avgerðast í Danmark ella av grønlendingum, men av føroyingum í Føroyum.
 
Atli Rasmussen