Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atburðurin hjá B36 er ikki einum meistara verdugt

John William Joensen

sigur Gunnar Mohr, sum meinar við rok dystin millum havnafeløgini

– Eg haldið at B36 leikararnir og venjarin kunnu vera alt annað enn stoltir av avrikinum og teir áttu at skamma seg og biði um umbering fyri tað sum bleiv gjørt og sagt undir dystinum.
– Ístaðin hevur felagið brúkt heimasíðuna til at koma við niðurgering av dómaranum.
 
Her meinar Gunnar Mohr við skrivingina á heimasíðuni www.b36.fo, sum er almenna heimasíðan hjá felagnum.
Her eru viðmerkingar sum: … høvdu vit ein ordiligan dómara so kundi eingin vunnið á okkum….. fótbóltslívið er herligt uttan Lassin Isaksen……. HB hevði eina greiða, men ódámliga ætan frá byrjan…. Kári Nielsen var maðurin, sum skuldi gera skitna arbeiði…… men so avgjørdi út av lagi vánalig dómarin, Lassin Isaksen, dystin……. at Lassin so er altjóða dómari fær ein bara til at hugsa: Gud forbarmi seg, okkurt frægari mátti verið at útflutt!…..

– At B36 á sínari heimasíðu beinleiðis sigur at HB leikarar fóru á vøllin fyri at bróta beinini á leikarum, er so langt úti at eg havi ikki orð fyri tí.
–  Tað er vemmiligt at síggja hvussu teir fara við Lassin Isaksen, sum seinastu mongu árini hevur mynda føroyska dómarahópin og verið eitt gott umboð fyri føroysku dómararnar í evropa.
– Eisini atburðurin hjá B36 venjaranum hendan dagin í Gundadali, var undir alt lágmark.
– Málini sum HB fekk vóru uppiborin og harafturat nemur eingin B36 málverjan sum átti alla ábyrgdina av máli sum teir fingu stóra øsing burtur úr.
– B36 er fari frá at vera eitt meistarar felag til at vera eitt rætttuliga lítið felag í mínari verð, sigur ein sera avgjørdur Gunnar Mohr sum uttan iva telist millum allar bestu føroysku áleypararnar nakrantíð.
 

Les meira í samrøðuni við Gunnar Mohr í Blaðnum hóskvøldið.