Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Atgongumerki til KÍ – FC Luzern

Tíðindaskriv

Atgongumerkir til seinna dystin ímillum KÍ og FC Luzern sum verður á Svangaskarðið hósdagin kl. 18.00 kunnu keypast í forsølu á atgongumerki.fo.

 

KEYP HER.

Forsølan av atgongumerkjum er bert umvegis okkara netskipan, og heldur hon áfram til hósdagin kl. 16.00. Um tað ikki er útselt tá verður durðasøla har prísurin á atgongumerkjunum hækkar til 150 kr. fyri vaksin og 100 kr. fyri børn.

Børn undir 7 ár sleppa ókeypis inn, men hesi skulu eisini hava eitt atgongumerki at vísa við dyrnar, hettar fæst eisini á netskipanini.

Øll eru hjartaliga vælkomin, bæði KÍ fjepparar og onnur áhugaði.

Hava tit trupuleikar við at keypa, kunnu tit ringja til Atgongumerki.fo á tlf. 308500.