Í síðsta Norðlýsið lýsti Føroya Shell í Norðoyggjum við einum øðrvísi og spennandi tiltaki fyri sjófólk.
– Vit vónaðu at undirtøkan fór at verða stór, men at tað skuldi ganga so skjótt fyri seg, høvdu vit ikki vænta, sigur Niclas Heri í stuttari viðmerking.
– Tað gingu ikki meira enn 2 dagar, so vóru øll atgongumerkini farin. Fyri at nøkta stóra tørvin hevur Føroya Shell í Norðoyggjum avgjørt, at hava eina eyka sýning sama dag kl. 16.00. Atgongumerkini til hesa sýning kunnu heitast á Shellstøðini.
Sostatt verða tað tvær sýningar hósdagin 10. februar. Onnur kl. 16.00 og hin kl. 19.00. Atgongumerkir til sýningin kl. 19.00, er sum fyrr sagt øll farin.




