Harley
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Atkvøð fyri dagsins-leikara og vinn

Norðlýsið

Møguleiki verður at vinna eina nátt fyri tvey á Hotel Hilton Garden Inn, í samband við dystin í morgin, tá ið KÍ tekur móti EB/Streymur kl. 15.00 á heimavølli.

Tveir dystir, tveir sigrar og fult stigatal.

Tað er støðan, nú KÍ tekur móti EB/Streymi í 3. umfari í landskappingini.

Í samband við dystin, hevur KÍ skipað fyri einum nýggjum møguleika, har áskoðarar kunnu atkvøða fyri dagsins-leikara undir dystinum, og samstundis verða við í kappingini um ein vinning, sum hesaferð er ein nátt fyri tvey á Hotel Hilton Garden Inn.

Áskoðarar kunnu atkvøða, við at senda sms til 1919 og skriva “ki” og nummarið á leikarinum, ið tú metir eigur heiðurin sum dagsins leikari.

Dømi: Ki 9
NB: Tað er umráðandi, at tað er eitt millumrúm millum tekstin og talið.

Vit vóna at síggja nógv fólk til dyst, og at fólk taka væl undir við átakinum.

Koyr á KÍ!