Norðlýsið skrivaði í dag at býráðslimurin Tummas Lervig var ógegniður, tá hann í býráðnum var við í viðgerini av nýggja græslíkisvøllinum. Tummas Lervig er eisini formaður í KÍ.
Í stuttari viðmerking skrivar hann:
Samskifti millum KÌ og Kl.kommunu um at skifta graslíki og útbygging av stadion hevur verið umvegis næstformannin.
Tað er almenna gagnligt at eg sum býráðslimur taki undir við málunum í býráðnum at útbyggja frítíðar- ítróttarøkið í Klaksvík.
Tummas Lervig



