Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atkvøðurnar flyta seg, men hví?

Tíðindaskriv

Er úrslitið á fólkatingsvalinum ein forsøgn til løgtingsvalið? Flyta ítøkilig mál sum tunnilsmálið og tollmálið nógvar atkvøður? Og hvussu ávirka virðini á bygd og býi, hvar vit seta krossin?

Hesir spurningar verða millum annað viðgjørdir á áhugaverdum tiltaki, sum SamFelagið, felagið hjá samfelagsfrøðingum, skipar fyri leygardagin tann 29. august.

Á tiltakinum verður farið aftur um valið og valstríðið. Fleiri áhugaverdir fyrilestrar eru á skránni.

• Hvar seta veljararnir krossin? Hvussu hevur undirtøkan hjá flokkunum verið hetta valskeiðið? Er úrslitið á fólkatingsvalinum ein forsøgn til løgtingsvalið? Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur, fer at lýsa veljaraatburðin við støði í veljarakanningum hetta valskeiðið.

• Høgra- og vinstra. Samband- og fullveldi. Eru hesir politisku ásarnir framvegis tíðarhóskandi fyri at lýsa føroyskan politikk? Hvussu ávirkar inntøka og kyn, hvussu vit velja? Rógvi Nybo lesur stjórnmálafrøði og hevur kannað veljaraatburðin hjá føroyingum.

• Ein vaksandi gjógv millum bygd og bý? Eru virðini á býi og bygd so ymisk, at tað ávirkar, hvat vit seta krossin? Heri á Rógvi, búskarfrøðingur, lýsir hvønn týdning virðini hjá veljarum á bygd og býi ávirka veljaraatburðin.

• Tunnilsmálið og tollmálið. Hvørji aktuell mál í hesum valskeiðinum kunnu ávirka veljaraatburðin? Hvussu ávirkar politiska minnið veljaraatburðin?

• Hvønn týdning hevur fiskivinna fyri atburðin hjá veljaranum, tá krossurin skal setast? Stefan í Skorini, stjórnmálafrøðingur og ritstjóri til bókina Valið og Valdið, lýsir hvussu hugburður til fiskivinnu ávirkar veljaraatburð.

Nær: Leygardagin 29. august, kl. 15-18

Hvar: Læraraskúlahøllin, á Frælsinum 20.

Kostnaður : 100 kr. Atgongumerki kunna keypast á https://billetto.dk/en/events/velja-vraka og við dyrnar. Avmarkað nøgd.