Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways 17,1 mió. kr. í avlopi í 2012

Oliver Joensen

Úrslitið hjá Atlantic Airways í fjør var 17,1 mió. kr. fyri skatt og 14 mió. kr.eftir skatt. Felagið rakk hesum avlopi, hóast kapitalkostnaðurin øktist 13 mió.

Tíðindaskriv:

Úrslitið hjá Atlantic Airways í fjør var 17,1 mió. kr. fyri skatt og 14 mió. kr.

eftir skatt. Felagið rakk hesum avlopi, hóast kapitalkostnaðurin øktist 13 mió.

kr. av íløguni í nýggja Airbus-flogfarið, og felagið hevði munandi

eykaútreiðslur av órógv í flogferðsluni

Farna árið var eitt tað mest avbjóðandi árið í søguni hjá Atlantic Airways. Størsta avbjóðingin var

at fáa nýggja Airbus-flogfarið í flotan, men átakið eydnaðist væl, og fíggjarliga royndist árið eisini

hampiliga væl.

Avlopið var 17,1 mió. kr. fyri skatt samanborið fyri 27,5 mió. kr. í 2011. Bæði í juli og desember

varð flogferðslan illa darvað. Í juli stóðust trupulleikarnir av vánaligum veðri og í desember, tí

Airbus-flogfarið fekk skaða undir lasting í Kastrup og mátti úr flúgving í tríggjar vikur. Samanlagt

kostaði hetta felagnum góðar 8 mió. kr.

”Samanumtikið kunnu vit vera nøgd við úrslitið, tí vit høvdu rættiliga stórar avbjóðingar í 2012.

Størsta avbjóðingin var at tryggja eina væl skipaða innfasing av nýggja Airbus-flogfarinum, men

avbjóðingarnar fevndu eisini um nýggja rutu og munandi øking í tyrluvirkseminum,” sigur Magni

Arge, stjóri í Atlantic Airways.

Felagið fór í fjør at flúgva so langt suður sum til Barcelona við føroyskum ferðafólkum. Hetta

gjørdist møguligt við nýggja Airbus-flogfarinum og var ein atvoldin til, at kapasiteturin á

rutuflúgvingini til og úr Føroyum øktist 10 prosent. Fleiri prísátøk vórðu eisini sett í verk, og

samanlagt ferðaðust 15.000 fólk fleiri á rutunum til og úr Føroyum í fjør. Eisini varð felagið

heiðrað sum ársins flogfelag við bronsumerki á aðalfundi hjá European Regions Airline

Association, m.a. fyri at hava tikið í nýtslu slóðbrótandi RNP AR-navigatiónstøknina.

Ferðafólkatalið við flogførum og tyrlum í 2012 var tilsamans 267.000 samanborið við 260.000 í

2011. Vøksturin stóðst av vaksandi ferðafólkatali við rutuflogførum og tyrlum, meðan færri flugu

leiguflúgving. Tyrluraksturin hilnaðist væl í 2012, tá felagið leigaði eina AW-139-tyrlu til

frálandaflutning aftrat teimum báðum Bell 412-tyrlunum, ið røkja bjargingar- og

ferðafólkaflúgvingina í Føroyum.

Umsetningurin hjá Atlantic Airways var 501 mió. kr. samanborið við 435 mió. kr. í 2011.

Eginpeningurin er nú 247 mió. kr. og solvensurin 49%. Nevndin skýtur upp, at partaeigararnir fáa

4 mió. kr. í vinningsbýti. Í ár verður virksemið hjá felagnum ikki minni enn í 2012:

“2013 verður eitt merkisár fyri Atlantc Airways. Felagið kann 28. mars hátíðarhalda, at 25 ár eru

liðin síðan fyrsta túrin úr Vágum, vit eru farin at flúgva leiguflúgving suðuri í Kili, og haraftrat

kemur næsta Airbus-flogfarið í flotan í juni. Avbjóðingar og spennandi uppgávur fara ikki at

tróta,” sigur Magni Arge.