Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Atlantic Airways á grønari leið

Dávur Winther (Orð og myndir)

Á Torradøgunum í Klaksvík var áhugavert var at hoyra Jóhannu á Bergi, stjóra á Atlantic Airways í Spinnarínum greiða frá økjandi ferðafólkatalinum seinnu nógvu árini, og at Atlantic Airways samstundis gongur grønari leiðir.

Bestik og plastíløt umborð á flogførunum verður skift út til meira umhvørvisvinarligt tilfar.

Frá teimum gomlu RJ-flogførunum er brennievnisnýtslan minkað munandi við verandi A320-flota – heili 46 % pr. setur, og nú tey fáa nýtt flogfar í juni, kann hetta flogfarið røkka enn longur og brúkar enn minni, 18 % minni breinnievni, enn verandi flogfør og av somu grund minni CO­2-útlát.

Flogførini eru sera væl útgjørd og ikki minst við serligu navigatiónsútgerðini, sum ger, at regulariteturin er munandi betri, enn áður.

Jóhanna nevndi eisini tyrluflotan, sum er munandi betri útbygdur og kann flúgva heilt út á 200 fjórðingar, gera arbeiðir har og røkka inn aftur uttan trupulleikar.

Eitt nýtt flogfar kemur, sum sagt, í juni 2019 og eitt afturat á vári í 2020.