Eitt flogfar hjá Atlantic, sum skuldi havt lent í Vágunum kl. 20.15 hevur júst neyðlent í Bergen. Tekniski feilurin hesaferð var tann sami sum fyri fáum døgum síðani.
Norðlýsið tosaði við ein av ferðafólkunum: Vit fingu at vita at tað var galið við flabsunum, júst sum seinast, og fingu boð um at halda okkum tilreiðar til eina ógvusliga landing. Eg má siga, at fólkini her umborð vóru ógvuliga professionell og forklaraðu okkum støðuna. Tað sá eitt sindur ógvusligt út, tá vit lendu og lendið undir flogfarinum fór við fúkandi ferð framvið. Hóast lendingin var harðari enn vanligt, so má eg siga at eftir umstøðunum var tað ein flott lending við so nógvari ferð. Bremsurnar og dekkini vóru so heit, at tað gekk góð løta áðrenn fólk frá landi tordi at nærkast flogfarinum. Beint nú fingu vit at vita, at eitt annað flogfar er farið úr Føroyum eftir okkum og vit skulu flúgva heim um 2½ tíma. Hetta verður ein long ferð hjá okkum, tí frammanundan vóru vit ein tíma seinkaði úr Keypmannahavn.




