Atlantic Airways søkir eftir fólki at avgreiða flogfør á forplássinum á flogvøllinum og at vera bjargingarfólk við tyrluni (SAR).
Avgreiðslan av flogførunum fevnir um at lasta og lossa viðføri og farm og catering. SAR-uppgávan fevnir um luttøku í leiting og bjarging, umframt sjúkraflutning á sjógvi og á landi. Aftur at hesum hevur starvsfólkið eisini tilkallivakt og er tá knýtt at tyrluni.
Vit vilja hava ein ábyrgdarfullan og álítandi persón, ið er fyrikomandi og arbeiðssamur. Tað er ein fyrimunur, um viðkomandi megnar kropsligt arbeiði í øllum veðri, á sjógvi og á landi, til tíðir í brattlendi, og at arbeiða undir truplum umstøðum.
Prógv sum kavari, bjargari í hæddum, víðkað fyrstuhjálparprógv og líknandi prógv eru ein fyrimunur. Miðnámsprógv og góður førleiki í enskum máli er eitt krav. Fyri at fáa starvið krevst rein revsiváttan, og viðkomandi skal góðkennast í umfatandi læknakanning.
Atlantic Airways veitir øll viðkomandi skeið og undirvísing – í Føroyum og uttanlands.
Arbeitt verður eftir skiftandi vaktaskipan. Løn er eftir galdandi sáttmála.
Hevur tú hug at søkja starvið, far so inn á leinkið niðanfyri og fylg vegleiðingini: https://app.jobmatchprofile.com/pwdkcd
Á leinkinum skalt tú svara spurnablaði, viðfesta mynd og viðkomandi prógv og viðfesta eina umsókn, har tú sigur eitt sindur um teg sjálvan, hvat tú fæst við, og hvørjar arbeiðsroyndir, tú hevur. Greið okkum eisini frá, hví tú metir, at júst tú skalt gerast partur av okkara bjargingar- og handlingsmanning.
Umsóknarfreistin er úti tann 20.01.2014
Atlantic Airways
att. Georg Suðurgarð
Director, Human Resources




