Leygarkvøldið fram ímóti miðnátt hin 16. november í fjør, tá tey flestu høvdu fyrireikað seg til ein hvílandi halgidag, brestur myndin av Magna Arge út á heimasíðumiðlarnar. Í einum skoti høvdu formaðurin og næstformaðurin í nevnd flogfelagsins brotið vakt og buktað Arge-mannin út av vaktini. Vanligi føroyingurin – eigarin – skilti onki, heldur ikki minnilutaeigararnir. Nú eitt fjerðingsár er umliðið síðani exittið, hevur Føroya fólk framvegis onga forkláring fingið frá nevnd og landsstýrismanni, um veruligu orsøkina til palassrevolutiónina í felagnum, sum tryggjar oyggjalandi okkara neyðuga sambandið til og frá útheiminum.
Leygarkvøldið fram ímóti miðnátt hin 16. november í fjør, tá tey flestu høvdu fyrireikað seg til ein hvílandi halgidag, brestur myndin av Magna Arge út á heimasíðumiðlarnar. Í einum skoti høvdu formaðurin og næstformaðurin í nevnd flogfelagsins brotið vakt og buktað Arge-mannin út av vaktini. Vanligi føroyingurin – eigarin – skilti onki, heldur ikki minnilutaeigararnir. Nú eitt fjerðingsár er umliðið síðani exittið, hevur Føroya fólk framvegis onga forkláring fingið frá nevnd og landsstýrismanni, um veruligu orsøkina til palassrevolutiónina í felagnum, sum tryggjar oyggjalandi okkara neyðuga sambandið til og frá útheiminum.
Í bakskyni
Í áratíggir stríddust føroyingar fyri at fáa rættindi til at flúgva uppá Føroyar. Við tógvi stríð eydnaðist tað seinast í fýrsunum – fram til tá høvdu donsku monopolini Danair og seinni Maersk Air kundu bæði súgva til sín og definera sambandið, sum føroyingar høvdu tørv á út í heim og aftur. Strategiin var beinhørð profittmaximering, hareftir mátti alt annað laga seg. Stórt sæð ongin króna lá eftir í Føroyum.
Í 1987 tók landsstýrismaðurin í samferðslumálum Lasse Klein øll á bólið. Hann boðaði bráddliga frá at hann hevði stovnsett eitt føroyskt flogfelag. Tær kritisku røddirnar skortaðu ikki, vit høvdu onki at gera í flogvinnuni, tí hatta kendu vit barasta onki til. Mong hildu Lasse vera blivnan óðan í høvdinum, men hann og Atli P. Dam hildu fast, teir høvdu funnið ein søguligan møguleika fyri at flyta føroyingar inn í flogvinnuna, og teirra treiskni og dugnaligu starvsfólkini í felagnum hildu kós og ferð, og hóast tað mangan var buldrasligt, so hóraði føroysk flogvinna undan teimum ymsu vambakøstunum.
Atlantic vann kappingina
Aftaná 25 ár á egnum veingjum kundu vit konstatera, at føroyska felagið vann kappingina ímóti donsku kappingarneytunum, felagið hevði hartil støð í Føroyum, føroyska samfelagið var miðdepilin í nýggju flogstrategiini. AA menti støðugt sambondini til útheimin, vit hava bygt upp eina nýggja vinnu og nýggjar førleikar, sum vit ikki áttu fyrr – og tá føroyingar gjalda fyri ferðing í dag, so er tað millum annað til lønir hjá føroyingum í hundraðtali, sum starvast hjá Atlantsflogi og í avleiddu vinnunum kring um felagið. Hóast starturin var buldraligur – sum hann ofta er í nýggjum vinnum, og var raktur av búskaparligu niðurbræðingini fyrst í hálvfemsunum, so hevur føroyska felagið megnað at knógva eitt yvirskot – um enn ikki so stórt – í 17 av átjan árum síðani 1995. Hetta umframt tað, at flotin nýliga er skiftur út soleiðis, at spildurnýggir loftbussar hava loyst tey gomlu ensku flogførini av í loftrúminum.
Felagið hevði eftir øllum at døma mót uppá at skapa uppaftur fleiri arbeiðspláss og størri virksemi, og hevur tí breitt sínar veingir longur út í Europa, flýgur nú beinleiðis úr Føroyum til londini við Miðjarðarhavið – ein hugburður, sum ivaleyst er inspireraður úr Íslandi.
Broyta kós
Hendan óvanliga positiva gongdin hóvaði kortini ikki høvuðsparta eigaranum, sum eigur 2/3 av valdinum í felagnum vegna Føroya fólk. Landsstýrismaðurin hevur gjørt av, at nú skuldi felagið aðrar leiðir og ein ótti er at føroyingarnir skulu út úr leiðsluni, og danir skulu aftur ráða fyri borgum og definera føroyska loftvegis sambandið til og frá umheiminum – og ambitiónirnar skulu skrúvast niður í botn. Tað skal verða so bíligt sum gjørligt at flúgva við Atlantic Airways og tað í sær sjálvum er eitt gott mál at hava.
Til tað at fremja hesa minimaliseringsvisión, hevur Landsstýrið eftir øllum at døma tikið alt ræði á flogfelagnum, váttar Kaj Johannesen meira ella minni í samrøðu við Rás2 nú ein dagin.
Samstundis turnar nýggja leiðslan runt í grannalondunum, av einum sølukontóri fyri og øðrum eftir hjá fremmandum flogfeløgum, myndir finnast inni á Facebook, meðan runnið verður uppá dyrnar hjá teimum, fyri at fáa tey at taka upp flúgving til Føroya, á farleiðum, sum leliðslan ikki heldur at føroyingar sjálvir kunnu røkja. Eiin vandi í hesum er at landsstýrið, sum umboðar slakar hálvthundrað túsund føroyingar, verður ein troianskur hestur í flogmálinum
Smíðja nýggja strategi?
Ein hin fremsti strategurin og spunasmiðjurin í nýggju strategiini hjá landsstýrinum er fyrrverandi SAS-maðurin Jens Wittrup Willumsen. Hann hevur verið í nevndini síðani Christian Andreasen og Eyðfinnur Jacobsen vóru varpaðir úr nevndini. Hann mátti tó lata føroyska sessin til vinmannin Søren Jespersen (eisini ex SAS), sum hann hevur kantórfelagsskap við í Keypmannahavn, tá nevndin í Air Greenland – konkurrentur hjá AA – kravdi av honum, at hann annaðhvørt fór úr nevndini í Grønlandsfly ella úr AA. So frægir vóru grønlendingar hóast alt. Tað ljóðar at hesin hevur nú forkeypt seg við tveimum risatyrlum, sum hann nú má gjalda 16 milliónir krónur til framleiðaran, afturfyri at sleppa undan at taka ímóti bílagdu tyrlunum. Tað gongur sum rótasúpan ímillum fólk í vinnuni, at júst hesin fyrrverandi SAS-maðurin, og núverandi nevndarformaðurin í Grønlandsfly, skal vera komin til Føroya við Jørgen Holme, at sleppa sær av við Magna Arge. Tað einasta eigarin fekk at vita var, at tørvur var á eini nýggjari strategi. Men higartil hevur lítið verið at sæð til hesar miklu ætlanir. Hvat ið bagdi strategiini hjá Arge vita vit ikki, í hvussu er hevur somikið av skili verið í henni, at hann megnaði at produsera svørt tøl á botnlinjuni í 17 av 18 árum.
Grønlendska flogfelagið hjá Jens Wittrup Willumsen, Air Greenland, hevur í mong ár verið ein grulvigarður og spælipláss hjá donskum “ekspertum” í flogvinnuni, og hevur hetta felag tí nóg illa flutt seg úr stað seinastu nógvu árini, heldur ikki hevur tað skapt nakra førleikamenning soleiðis, sum grønlendingar vónaðu og væntaðu. Bulurin er í Grønlandi og høvdið í Keypmannahavn. Í Føroyum hevur føroyska felagið við einum ókúgandi vilja støðugt ment tænastuna og virksemi, og tað førdi eisini til, at felagið var viðurkent sum European Regional Airline for the Year í 2012/13. Bulur og høvd vóru í einum kroppi í Vágum.
Men sambært landstýrismanninum og nú eisini fólkatingsmanni Javnaðarflokksins í Sosialinum, so er tíðin komin at repa seglini og ambitiónirnar – felagið skal rekast av dønum, ráðgevast av dønum og einans flúgva til og frá Danmark – tað næsta verður ivaleyst, at eisini heimastøðin hjá felagnum, við meginpartinum av arbeiðsplássunum í Vágum, fer at vera flutt niður á Amager.
Skjótt eru tríggir mánaðir farnir Jørgen Holme setti seg í cockpittið í Vágum, men sum skilst er hann ódrúgvur har vesturi. Sami maður skuldi hava nýggju strategiina við sær í skjáttuni, sum Magni Arge ikki hevði, men komið er nú undan kavi, at tað verða externir konsulentar, ið nú skulu leggja høvdini í blot, fyri at finna út av hvat Jørgen Holme skal fyritaka sær frameftir. Felagið Quartz & Co hevur fingið uppgávuna. Tað ljóðar at seks mans fyri 1.000 danskar krónur um tíman í mánaðavís skulu snikka til eina “flogbreyt”, sum Holme kann flyta seg eftir. Eitt kvalifiserað git sigur, at hetta fer at kosta Atlantsflogi einar tríggjar milliónir krónur.
Quartz & Co skulu altso stjórna strategiprocessini, ið skal stinga út í kortið, hvønn vegin felagið skal fara tey næstu 3-5 árini, og produktið skal vera liðugt hálvan juni í ár. Spennandi verður at frætta hvat eigarin fær burturúr hesi konsulteringini, ið vit ikki fingu burturúr verandi strategi, sum hóast alt gjørdi Atlantsflog til eitt av fáum flogfeløgum í heiminum, ið komu við skinninum á nøsini, og væl tað, í altjóða búskaparkreppuni, sum hevur herjað allan vesturheimin síðani 2008.
Nýggja strategiin skal gerast av eini leiðslu sum verður bara sitandi í stjórasessinum fram til 29. oktober 2015, og tann dagin verður løgtingsval í Føroyum, um onki framprovokerar eitt val í ótíð, og hvør ið situr í AA-cockpittinum eftir tann dag, ber bara til at gita um, í hvussu er er taðað fyri onkrum heilt spennandi leiki eftir tann dag.
Men kanska eru føroyingar líkaglaðir hvat hendir við Atlantsflog – bara vit sleppa so bíligt úr Vágunum sum gjørligt – so eru øll glað – ella hvussu!




