Roknskapurin fyri felagið vísir eitt avlop uppá 20,7 milj. kr. fyri árið 2005 ímóti góðar 14 milj. krónur árið fyri.
Vøksturin í virkseminum hjá Atlantic Airways var stórur í fjør, og hetta sæst eisini aftur í roknskapartølum, sum seta nýggj met.
Úrslitið fyri skatt var 23,6 milliónur krónur, og tað er tað besta í søgu felagsins. Úrslitið eftir skatt gjørdist 20,7 milliónir krónur samanborið við stívar 14 milliónur krónur árið fyri. Tað svarar til ein vøkstur uppá 46 prosent.
Talan er eisini um sera stóran vøkstur í virkseminum, tí umsetningurin vaks við heili 62 prosentum úr 234 milliónum í 2004 upp í slakar 380 milliónur krónur í 2005.
Virksemið vaks nógv bæði úti og heima. Inntøkur, sum stava uttanlands frá, vuksu úr 74 milliónum upp í slakar 129 milliónir. Hetta svarar til, at 36 prosent av inntøkugrundarlagnum liggur uttan fyri Føroyar. Mesti vøksturin uttanlands er í Noregi.
Eisini á Føroyaleiðunum var metstórur vøkstur, hóast felagið var stórt sæð einsamalt um allan flutningin loftvegis millum Føroyar og útlond. Flutningurn um flogvøllin í Vágum vaks við 9 prosentum, sum svarar til 15.000 fleiri ferðandi, hóast búskapurin tóktist stagnerandi stóran part av 2005.
– Tað er hugaligt at staðfesta, at tað hevur eydnast okkum at gera tað møguligt fyri allar føroyingar at ferðast oftari, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantic Airways. Hann heldur, at tað eru mongu og spjaddu fráferðirnar saman við bíligari prísum og smidligari prísskipan, ið hava elvt til stóru undirtøkuna á Føroyaleiðunum. Starvsfólkaliðið hjá Atlantic Airways taldi 160 fólk í 2005 í mun til 111 árið fyri. – Tey hava øll tikið eitt ódnartak í farna ári, sigur Magni Arge




