Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Fair 2015 – Fleiri útlendingar sýndu fram á Atlantic Fair

John William Joensen

12. til 14. mai 2015 bleiv altjóða messan Atlantic Fair á sjeynda sinnið hildin í Føroyum, og varð hetta triðju ferð messan var í Klaksvík.

12. til 14. mai 2015 bleiv altjóða messan Atlantic Fair á sjeynda sinnið hildin í Føroyum, og varð hetta triðju ferð messan var í Klaksvík.

3.850 fólk vitjaðu messuna hesaferð. Tað er ein lítil minking í mun til messunasum var í 2013, men eru fyriskiparar og framsýnarar sum heild væl nøgdir við dygdina á vitjandi.

Minkingin stavar serliga frá næmingum úr framhalds- og vinnuskúlum, og tað at messan fall á ein heiligdag er helst orsøkin til hetta.

Út við 15% útlendskar vitjanir.

Stórur dentur hevur verið lagdur á at marknaðarføra messuna uttanlanda, og sæst hetta eisini aftur í vitjunarhagtølunum, har út við 15% av vitjanunum vóru útlendingar, sum komu úr 23 ymiskum londum.

Hetta hevur eisini verið eitt av endamálunum hjá Atlantic Fair, at útlendsk vinnufólk koma henda vegin at síggja Føroyskar fyritøkur lið um lið saman við útlendskum fyritøkum sýna fram í einum heimligum og viðkomandi umhvørvi, har Føroyska vinnan til dagligt arbeiðir.

Harleywoodpaint