Fyrireikararnir av Atlantic Fair og Klaksvíkar Kommuna hava avgjørt, at komandi altjóða maritima framsýningin verður í fiskivinnuhøvuðsstaðnum Klaksvík, í døgunum 21. til 23. mai 2019, og verður ítróttarøkið aftur hesaferð karmur um messuna.
Atlantic Fair er staðið, har vinnan hittist, og har føroyskar og útlendskar fyritøkur sýna fram sínar vørur og tænastur og tað nýggjasta á sínum øki, eins og fyrilestrar við viðkomandi evnum verða at hoyra.
Hetta er nýggjanda ferðin, at messan verður hildin. Á síðstu messuni í 2017 sýndu 180 fyritøkur úr 24 londum fram, og 3.800 vitjaðu messuna teir tríggjar dagarnar messan vardi, og vóru bæði framsýnarar og vitjandi sum heild sera væl nøgd við framsýningina.




