Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Atlantic Fair í bestu útgávuni av Klaksvík

Jóhann Lützen

Í døgunum 28. til 30. mai verður Atlantic Fair hildin fyri sjeyndu ferð í Klaksvík. Eftir at hava verið á ferð fyrstu messurnar hevur Atlantic Fair veruliga funnið seg til rættis í Klaksvík, og við tí, sum býurin hevur at bjóða og ikki minst fer at kunna bjóða, er neyvan nakar vandi fyri at missa tiltakið.

 

 

Tað er í grundini heilt ótrúligt, hvussu nógv Klaksvíkin er ment seinastu árini. Fyri bert fáum árum síðani eftirlýstu fremmandafólk eitt stað at bukka beinini, fáa sær ein bita og ein kaffimunn. Einstøk tilboð vóru, men tey eru vorðin nógv størri og fleiri. Við Biskupstorgi hava vit fingið eitt miðbýarkompleks við café og handilslívi. Vit hava við Amarant fingið ein “diner” við portrið til Klaksvík. Vit hava fingið eitt stórsligið mentanarhús. Og innan leingi fáa vit eitt fýrastjørnað hotell. Sanniliga grør um gangandi fót. 

Á útbúgvingarøkinum er ein spildurnýggjur húsarhaldsskúli væl ávegis og ein nýggj og modernað kokkaútbúgving sett á stovn í býnum. Bæði eru góðir gróðrarbotnar undir eini vónandi komandi fiskamatstovu. Nýggjur vøllur, nýtt kappróðrarneyst, nýggir tunlar norðureftir, og soleiðis kundu vit hildið á. 

Ein vørumessa sum Atlantic Fair hevur eisini ómetaliga nógv at siga fyri býin. Tað er millum onnur hendan messan, ið hevur eftirspurt summi av hesum tingunum, sum nú koma. Og frá at vera ein fiskivinnumessa burturav (tá við heitinum North Atlantic Fish Fair), er hon nú ein meira fevnandi vinna fyri uppaftur fleiri aktørar, ikki minst úr Klaksvík, herundir veitarar og undirveitarar til fleiri vinnugreinar.

Í ár háttar tað seg soleiðis, at so skjótt Atlantic Fair endar, so byrjar Norðoyastevnan. Býurin verður tí – vónandi – fullur av vitjandi gestum líka frá og við týsmorgni til og við sunnukvøld ella møguliga mánamorgun. Tað fer at krevja sítt av tænastuveitarum í býnum, men vit hava eina steyrrætta trúgv uppá, at hesa uppgávuna megna teir eisini fullvæl. Tí Klaksvík er vaksin við uppgávuni; tað merkist týðiliga. 

Vit hava longu sæð, hvussu Varpið frá byrjan hevur drigið stór tiltøk til mentanarhúsið. Landbúnaðarráðstevnu, stórfingnar kórkonsertir, ítróttarfagnað, Móðurmálsdag, SkúlaFM og júst hildnu heiðurskonsert fyri Straight Ahead fyri bara at nevna nøkur fá. Eitt eftir føroyskum mátistokki risatiltak sum Atlantic Fair krevur tó nógvar kvadratmetrar, og har hevur ein tann skilabesta avgerðin í nýggjari tíð verið at bundið Badmintonhøllina í KÍ-Høllina. 

Sjálv messan Atlantic Fair er eitt sera gott høvi fyri lokala vinnulívið eins og vinnulív aðrastaðni frá í landinum at bjóða seg fram, netverka og koma í samband við nýggjar samstarvsfelagar og gera nýggjar avtalur. Sum vanligt, verða eisini nakrir av teimum áhugaverdastu fyrilestrunum á árinum at hoyra her. 

Júst sum vinnan sleppur at spíla seg út, ger eitt tílíkt tiltak tað eisini gjørligt fyri Klaksvík at vísa seg frá síni bestu síðu, og býurin fær hervið eitt gott høvi til at seta ljóskastaran á seg sjálvan og lata eyguni hjá øðrum upp fyri góðu kørmunum í Klaksvík. Vit ivast ikki í, at fleiri tiltøk fara at finna vegin til Klaksvíkar í framtíðini.